Føroyskur sangur spældur fimm milliónir ferðir

Lagið Better In Stereo, sum Bárður Háberg og Óli Jógvansson, hava gjørt til Disney-røðina Liv & Maddie, er mest spæla føroyska lagið á YouTube nakrantíð

Baroli Music er navnið á tónleikaverksmiðjuni hjá Bárði Háberg og Óla Jógvansson. Teir hava millum annað gjørt lagið Better in Stereo, sum er eyðkennislagið til Disney-sendirøðina Liv & Maddie.


Hetta er ein ógvuliga væl umtókt sendirøð millum børn og ung. Og tey, sum fylgja sendingini, hava eftir øllum at døma tikið eyðkennislagið til sín.

- Hetta er ein søgulig løta. Eftir at hava ligið nummar eitt á Billboard lista í 4 vikur á rað, og verið á iTunes "Soundtrack" topp-listum kring allan heim seinastu mánaðirnar, er videolagið "Better in Stereo" nú eisini farið um fimm-milliónamarkið á YouTube, skrivar Baroli Music á Facebook-síðu síni.


Sambært teimum merkir tað, at Better in Stereo er tað lagið, skrivað av føroyingum, sum er mest hoyrt ella sæð á YouTube nakrantíð.


- Vónandi verður hetta ikki tikið sum bert reyp, tí talan er einans um eina gleðiliga faktuella staðfesting, siga teir frá Baroli Music, sum annars eru ógvuliga eyðmjúkir ogtakksamir fyri góðu móttøkuna, lag teirra hevur fingið.


Tú kanst síggja videolagið Better in Stereo omanfyri greinina.