Føroyskur ungdómur við í stórum altjóða kappingum

Næsta ár verður spennandi fyri føroyskan hondbólt

Hondbóltssambandið hevur nú meldað lið til allar tær stóru altjóða kappingarnar fyri ungdómslandslið í 2015.

Hetta boðar Hondbóltssambandið, HSF, frá í morgun.

- Hetta er liður í málinum, har føroyskur hondbóltur, støðugt og framhaldandi, skal vera við á altjóða pallinum, á jøvnum føti við okkara grannalond, sigur sersambandið fyri hondbóltin.                       

Í hesum sambandið hevur HSF vunnið rættin at hýsa bólki 2 í U17 EM undankappingini hjá kvinnum, sum verður í mars.

- Í lutakastinum endaðu Føroyar í bólki saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi. Endaspælið verður í Makadonia 13. - 23. august 2015. Dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn

Men longu nú í januar skal U21 manslandsliðið við í HM undankappingina, sum verður í Grikkalandi í døgunum 9. og 10. januar 2015.

Føroyar eru í bólki 8 saman við Serbia og vertslandinum.

Vinnarin kemur víðari í endaspælið, sum verður í Brasilia 19. juli til 2. august 2015.

Liðið er mannað við fleiri profilum úr Atlantic Airways deildini, og hóast hørð mótstøðulið, hevur HSF vónir um góðar dystir,

Í apríl skal U19 kvinnulandsliðið til Litava at spæla EM undankapping. Føroyar eru í bólki 2 saman við Noreg, Kekkia og Litava. Tvey lið fara víðari til sjálvt endaspælið, sum verður í Spania í døgunum 23. juli til 2. august 2015.

Eins og undanfarnu árini, vera Føroyar við í European Open, sum er ein stór altjóða kapping í Gøteborg í Svøríki, samstundis sum Partille Cup, sum er heimsins størsta hondbóltskapping fyri feløg.

Kappingin verður í døgunum 29. juni til 3. juli 2015. Annaðhvørt ár er kappingin fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið.

Tær flestu av teimum fremstu hondbóltstjóðunum luttaka. Fleiri av leikarunum, sum vóru við í somu kapping í fjør hava aldur at vera við aftur í ár. Í fjørð varð føroyska liðið nummar 16 av 22 liðum.

Samstundis er HSF í ferð við at menna samstarv við Honbóltssambandið í Íslandi, HSI, fyri teir eldru úrvalsbólkarnar, U16 og U14 gentur og dreingir.

Í tí sambandi er ætlanin at hittast árliga, annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Føroyum. Fyrstu ferð verður í Íslandi í mei 2015.

Tá U21 manslandsliðið vann IHF Trophy Europe kappingina í Andorra í mei í ár, spældu teir seg samstundis víðari til Interkontinentala IHF Trophy Finaluumfarið, sum verður næsta heyst.

- Hóast kappingin ikki er liðug enn, hava fleiri enn 80 lond kring allan heimin longu kappast um tey fimm plássini í finaluni. Føroyar og Tahiti hava higartil tryggja sær pláss í endaspælinum, men enn er ikki kunngjørt hvar endaspælið verður.

Endamálið hjá Hondbóltssambandinum er annars, at A-landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu hava spennandi uppgávur næsta ár.

- Grundleggjandi hevur HSF lagt áherðslu á, at gera tingini í rættari røð, soleiðis at vit bæði fíggjarliga og umsitingarliga lofta ítróttarligu ætlanunum, sigur Hondbóltssambandið.