Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen heldur fram í starvinum sum aðalskrivari í NATO til tann 31. juli í 2014 í hvussu er. Tað hevur samgongan kunngjørt í dag.
Anders Fogh Rasmussen er 59 ára gamal, hevur verið NATO-aðalskrivari síðani 2009, og teir seinastu dagarnar hevur tað fleiri ferðir verið nevnt í donskum fjølmiðlum, at hann hevði hug at halda fram sum aðalskrivari.
Tann størsta uppgávan hjá NATO er í Afghanistan, men í mai samdust leiðararnir í NATO-londunum um at taka hermenninar haðani innan árslok í 2014. Kanada og Niðurlond hava longu tikið sínar hermenn til hús, og Frakland ætlar at taka sínar, áðrenn hetta árið er úti.