Fokus er á hyggjara- og lurtaratøl og músaklikk

Kringvarp Føroya hevur fleiri ymiskar public service-skyldur, men summar viga meira enn aðrar. Til dømis eigur kritiskur tíðindaflutningur at vera tað seinasta, ið verður skert. Men tað hevur týdning, at tilfarið annars er innan fyri óheftar public service-karmar, soleiðis at tað ikki verða lurtara- og hyggjaratøl og klikk á heimasíðuni, ið gera av, hvat tilfar skal sendast. Tað heldur Marjun Dalsgaard, kandidatur í journalistikki og sálarfrøði

Eisini Marjun Dalsgaard, cand.comm frá Roskilde Uni­versi­teti við høvuðsgreinum í journalistikki og sálarfrøði, held­ur, at Kringvarp Føroya eig­ur at gerast púra óheft av peng­um uttan fyri almenna kassan – pengar frá lýsingum og spon­so­r­at­um – heldur enn at fara øvugt­an veg, sum partar av politisku skipanini við Mið­flokkinum á odda ætla.
- Eg havi onki ímóti, at pengar fara úr kring­varps­kassanum fyri sendingar og til­far annars frá veitarum uttan­fyri húsið. Men penga­ferðslan hin vegin eigur at steðgast, so allar bindingar av lýsing­ar- og sponsorpengum verða tiknar burtur, sigur Marj­un Dalsgaard.

Kommersiell kapping
Hon leggur dent á, at tað er tørvurin á óheftum tíð­inda­flutningi og á tilfari, ið tað ikki lønar seg at framleiða á vinnuligum grundarlagi, sum er argumentið fyri yvir­høv­ur at hava eitt alment kring­varp.
- Eg haldi avgjørt, at vit skulu hava ein elektroniskan, óheftan public service-mið­il. Trupulleikin er, at Kring­varpið í alt ov stóran mun ber seg at sum ein kommersiellur miðil, sum hann eisini í stóran mun er blivin. Um ein rúgva av til­fari er sponsorerað, og ein stórur prosentpartur av fíggjargrundarlagnum stav­ar frá lýsingum og spæli, so verður tilfarið í alt ov stóran mun valt eftir, hvør tímir at sponsera tað, og hvussu nógv­ar lýsingar, tað kann selja. KvF verður við øðrum orð­um fyrst og fremst í kapp­ing við hinar miðlarnar, stað­fest­ir Marjun Dalsgaard.
Tað merkir so, at KvF má framleiða ella keypa send­ing­ar, sum kunnu kappast við hinar miðlarnar og harvið kapp­ast um lýsararnar.
Tað er bert eitt at gera, um stovn­urin skal hava trúvirði sum almennur public ser­vice-miðil, heldur hon.
- Public service er ikki gjør­ligt, um tað, sum miðilin kann vinna pening burtur úr, skal verða avgerandi fyri, hvat verður framleitt og sent. Tí skulu pengarnir uttaní­frá burtur, leggur hon dent á. Er man bangin fyri polit­iskari uppíblanding, so má avbjóðingin verða at finna eina skipan, sum ger, at politik­arar ikki kunnu ávirka stovn­in. Og tað er tann vegin, vit skulu. At gera Kringvarpið heft at kom­mers­iell­um áhuga­mál­um fer at avskepla leik­lut­in, sum tað eigur at hava í okkara fólkaræði. Føroyar er so lítið, at tað eru nakrir fáir lýsar­ar, sum gjalda næstan alt ballið – um ein av teimum held­ur uppat at lýsa, missur ein miðil kanska 20 prosent av lýsingarinntøkunum. Men tað má ikki henda, at hes­ir lýsarar verða friðaðir í fjøl­miðlu­num í dag, tí hetta eru lýs­ar­ar, sum eiga at verða við­gjør­dir kritiskt, sigur Marj­un Dalsgaard.

Óheft tíðindi
Tó at stovnurin er bundin av peng­um uttanífrá, so heldur hon, at KvF livir hampuliga væl upp til sín leiklut sum óheft­ur miðil, tá tað snýr seg um tíðindi. Trupulleikin er, at pressan sum heild er alt ov veik í Føroyum.
- Til dømis tað, at føroyska sam­felagið er so lítið, at øll kenna hvønn annan ella eru í familju. Fjølmiðlarnir í Føroyum hava somu eyð­kenni sum lokalmiðlarnir í Dan­mark – einstakar søgur poppa upp og doyggja bein­an­veg­in. Tað er sjáldan, at miðl­ar­nir taka søgurnar hjá hvørjum øðrum upp, og tað er sjáldan at nøkur upp­fylg­ing er. Miðlarnir seta ikki dags­skránna, og politikarnir kunnu bara seta seg at bíða til tað gongur yvir, um eitt ódn­ar­­veður er í væntu. Eitt und­an­tak var nú, tá tollmálið var – og tað er kanska eisini tí, at vit tosa um at privat­i­sera Kringvarpið nú, sigur Marj­un Dalsgaard.
Tað er sjálvsagt týdn­ing­ar­mikið við áliti, og tí er tað ikki gott, at tíðindafólkini í Kringvarpinum øll verða skýrd at vera reyð tjóð­veldis­fólk, men slíkar skuld­set­ingar eru at hoyra í øllum lond­um við almennum miðl­um, heldur hon.
- Onkuntíð hevur dekn­ing­urin av onkrum máli sæð út til at hava politiska slag­síðu. Men tá er tó ikki talan um bindingar uttanífrá, men heldur um vantandi pro­fes­sional­ismu.

Ein vavgreytur
Men júst atfinningarnar um littan tíðindaflutning og hugsanirnar annars um tíð­inda- og aktualitetstilfar verða ofta vavdar saman við hugsanunum um alt ann­að tilfar, tá politikararnir tosa um public service, og hvus­su teir halda, at køkan skal být­ast, vísir Marjun Dals­gaard á.
- Tað er av týdningi, at hesi ting­ini ikki verða blandað sam­an. Til dømis verður tos­að um tað føroyska málið og mentanararvin. Tað er upp­lagt, at Kringvarpið og public service-skyldan snúg­va seg um hetta, men vit eiga ikki at tosa um tað í ein­um vavgreyti. Eitt er at varðveita tað føroyska mál­ið, eitt annað er at hava ein kritiskan óheftan mið­il. Spurningurin er, um politikarnir vilja hava kritisk­an journalistik. Um ikki, so kunnu teir áseta Kring­­varpi­num at brúka ein stór­­an part av pengunum uppá at umseta tilfar til før­oyskt – tað haldi eg tó als ikki er í lagi, sigur Marjun Dalsgaard.
- Tað hevur ógvuliga stór­an týdning at halda hesi ting­ini atskild. Kringvarpið hev­ur public service-skyldur á nógvum økjum, men tær viga ikki eins nógv, og tað skulu tær heldur ikki. Um til dømis fíggjargrundarlagið knapp­liga varð skarvað niður í helvt, so hevði tað als ikki verið skilagott at minka orku­na á øllum økjum niður í helvt. Tá má raðfestast, og krit­isk­ur tíðindaflutningur eig­ur at hava absolutt hægs­tu raðfesting, sigur hon.

Hin almenna samrøðan
Men hví hevur kritiskur tíð­ind­af­­lutningur so stóran týdn­ing?
- Fyrst og fremst tí ongin ann­ar óheftur miðil er har at gera hann, og tí leikluturin – public service-skyldan – at geva borgarunum kvalifi­sera­ða vitan og evni at lut­taka í fólkaræðinum eigur at viga meira enn alt annað, sig­ur Marjun Dalsgaard.
Føroysku miðlarnir í ein­um fólkaræðisligum høpi var júst evnið fyri hennara ser­rit­gerð á universitetinum í Roskilde.
- Vit tosa alla tíðina um, at fjølmiðlarnir eru ein hornasteinur undir fólka­ræði­num, og tá verð­ur ofta hugsað um av­dúk­ing­ar – at halda í oyru­num á politikarunum. Men tann­týdn­ing­ar­mesti leik­lut­urin er at vera karmurin um eina kvalifiseraða al­men­na samrøðu. Tað vil siga at leggja lunnar undir eitt kvali­fiserað kjak við rele­vantu­m upp­lýsingum. Uttan hetta verða vit, sum skulu luttaka í fólka­ræði­num, ikki før fyri at gera tað á ein skilagóðan hátt – tí hvussu skulu vit vita, hvat vit skulu velja, um vit ikki vita, hvat tað inniber? Hend­an samrøðan í tí al­menna rúminum manglar meir ella minni í Føroyum – vit eru ofta ikki før fyri at hava hana, og tað er ábyrgdin hjá fjølmiðlunum. Vit duga ikki at viðgera mál á ein hátt, so relevantar og klókar loysn­ir verða havdar á lofti. Vit duga ikki at kjakast, so øll gerast eitt sindur klókari, sig­ur Marjun Dalsgaard.
Hon nevnir spurningin hjá Rig­mor Dam, løg­tings­kvinnu, til menta­mála­ráð­harran í sein­astu viku, um Kring­varp­ið skuldi privat­i­ser­ast, sum eitt dømi um eina tí­líka samrøðu.
- Hetta var ein upplagdur møgu­leiki at kjakast um fólka­ræði, men samrøðan varð punkterað. Hon end­aði við, at onkur helt, at Kring­varpið sku­l­di niður­leggj­ast ella selj­ast, tí ein ónæri­s­lig ung­dóms­send­ing hevði verið. Har vóru álvar­s­amir og við­komandi spurn­ing­ar, sum áttu at verði við­gjørdir, men so var ikki. Samrøðan, sum átti at fara fram, steðgaði, og ongin bleiv klókari, sigur Marjun Dals­gaard.

Munur á miðlum
Hon arbeiðir sjálv í Miðlahúsinum, ið hús­ar og rekur tríggjar lýs­inga­fíggj­aða­­­r miðlar – Sosialin, Rás 2 og in.fo – umframt serbløð, men Marjun Dalsgarð held­ur tó ikki, at hennara krav um óheftni í almenna Kring­varpinum, fyri at tað skal hava nakað trúvirði, kann tulk­ast sum eitt misálit á evn­ini hjá hennara egna ar­beiðs­plássi at røkja eina til­svar­andi uppgávu.
- Júst tí, at vit hava priv­at­ar miðlar, sum eru lýsinga- og sponsorfíggjaðir, er tað neyðugt við einum óheftum public service-miðli. Tað er ikki tað sama sum at siga, at privatir miðlar ikki eru á­lít­andi og gera eitt gott arbeiði. Men teir eru ikki tvungnir at róta í øllum, sum ein public service-miðil skal. Tí kunnu teir hava lyndi at velja onkur evn­ir frá, um vandin fyri at missa týdningarmiklar lýsar­ar er ov stórur. Tí tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tú hevur bitið hond­ina, sum føðir teg, tá tú livir av lýsingum og samstundis vilt arbeiða kritiskt, stað­fest­ir Marjun Dalsgaard.