September er meiri enn hálvrunnin. Kvøldini leingjast, og hóast dagarnir framvegis eru lýggir, so ivast eingin í, at summarið er farið, og heystið er komið.
Í fleiri feløgum er munurin í fótbóltsvirkseminum ymsu árstíðirnar ikki so stórur, sum hann plagdi at vera. Eisini í yngru deildunum hava fleiri feløg longt um fótbóltsárið. Áður fóru tey yngru á vøllin eina ferð í apríl ella fyrst í mai, og tá ið tað gott og væl var sett hol á september, vóru síðstu dystirnir spældir og uttandura skógvar, troyggjur og buksur vaskað fyri síðstu ferð. Hjá teimum, sum hava møguleika fyri tí, varð so spælt innandura í meiri enn eitt hálvt ár.
Nú er nógva staðni øðrvísi. Tey, sum hava ambitiónir um at menna spælararnar optimalt, venja úti inntil eina ferð í november, og so fara tey eftir góðan jólasteðg undir aftur venjingarnar síðst í januar ella fyrst í februar. Málið er at vera væl fyri í kappingunum og eisini at skapa fyritreytir fyri at hugaligu ungu spælararnir kunnu menna seg væl meiri, enn tað áður var møguleiki fyri.
Fótbóltssambandið hevur í nógv ár staðið fyri venjaraútbúgvingum. Tað er upp til feløgini at finna fram til tey, sum eru áhugað í og hava umstøður til at fara undir útbúgvingarnar. Sjálvandi ger tað mun og sæst aftur í áhuganum millum tey ungu at velja fótbóltin at brúka frítíðina uppá, um tey, sum taka ímóti teimum, eru tey, sum hava hug, umstøður og útbúgving til at taka sær av teimum yngstu.
Kring alt landið
Nú eru flestu FM kappingarnar av fyri í ár. Sum tað hevur verið vanligt í mong ár hevur verið møguleiki hjá fótbóltsspælarum at kappast móti sínum javnlíkum. Bestu liðini hava kappast um FM, og hini hava kappast í landskappingum og í økisbólkum.
Í stóru feløgunum er møguleiki at velja, hvør skal vera á besta og næstbesta liðnum. Aðra staðni er stóri spurningurin, um tað ber til at manna lið. Tað ber viðhvørt til, og tá er hetta fyrsti sigurin. Nú er tað vorðið vanligt, at feløg kasta saman at manna lið, tá ið tey ikki megna hetta sjálvi. Fleiri dømi eru um hetta í Suðuroy, har hetta hevur roynst sera væl.
At tað er stórur áhugi fyri hesum kappingunum sæst aftur í áskoðaratalinum. Tað er vanligt, at foreldrini og kanska onnur eisini gera tað til leygardagsútferðir, tá ið tey ferðast saman við børnunum, sum dystast kring landið. Í fleiri feløgum verður gjørt ikki so lítið burturúr. Hetta er góður vani. Bæði fyri fótbóltsfeløgini og fyri familjurnar.
Øll øki eru við
Á heimasíðuni hjá FSF eru úrslitini at finna í øllum deildunum og kappingunum. Á hesum síðunum í blaðnum í dag hava vit gjørst støðurnar upp í FM kappingunum. Harafturat eru myndir av teimum, sum hava luttikið í hesum kappingunum.
Sammett við so ofta áður, so eru FM heitini hesa ferð vunnin av feløgum kring alt landið.
Unglingakappingin er ikki liðug enn. Har eru tað størstu feløgini, sum kappast um FM. Dreingjakappingin er heldur ikki liðug. Har skal vilja illa til, um felagsliðið hjá VB og TB ikki verður meistari. Smádreingjakappingin er heldur ikki liðug. Har er KÍ favorittur. Hóast piltakappingin ikki er liðug, so hevur HB tryggjað sær FM heitið, og í smápiltadeildini hevur B68 fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnið FM.
AB er meistari í gentur 14-17 ár, HB hevur vunnið smágentu kappingina, KÍ er meistari í kappingini millum gentur 10-12 ár, og B36 hevur vunnið pinkukappingina.
Ungdómurin er framtíðin. Tað eru ungu spælararnir, sum skulu manna vaksnamanna deildirnar um nøkur ár. Tað eru tey yngstu og ungdómin, at fokus verður sett á næstu síðunum.
Ítróttar-Sosialurin