Fólk frá Sea Shepherd eru nú komin til Føroya

Tey eru farin undir fyrireikingar og venjingar við tí endamáli at steðga grindadrápi

 

Sea Shepherd hevur nú sett fótin á land í Føroyum enn eina ferð.

Umstríddi umhvørvisfelagsskapurin hevur sett sær fyri at verða í Føroyum í alt summar við tí endamáli at forða fyri grindadrápi.

 

Og nú boðar felagsskapurin frá, at fyrsti umboðini fyri felagsskapin eru komin higar til lands og tey eru farin undir fyrireikingarnar til at steðga grindadrápi, og somuleiðis eru tey farin undir ymsar venjingar.

 

Í fyrradagin loysti eisini seglbáturin hjá Sea Shepherd, Columbus frá bryggju í La Rochelle í Fraklandi við kós ímóti Føroyum og tá ið hann kemur higar, skal hann vera á varðhaldi kring oyggjarnar.

 

Sea Shepherd hevur áður boðað frá, at fleiri hundrað fólk koma hendavegin í summar at forða fyri grindadrápi og tey fara at vera á bvarðhaldi bæði á sjógvi og á landi.

 Við sær hava tey bæði skjóttgangandi bátar, sum teir á myndini, og tey hava eisini boðað frá, at tey hava lítil, ómannað flogfør.

Men samstundis lýsa tey framvegis eftir fólki sum vilja koma til Føroyar at vera við í átakinum.

 

Tey gera greitt, at endamálið er at gera enda á grindadrápi.

Kemur grind ímeðan tey eru her, fara tey at gera alt, sum stendur í teirra makt, uttan at elva til skaða á fólk, fyri at steðga drápinum.

- Onkur av okkum endar kanska í fongsli, men tað er ein lítil prísur at rinda fyri at bjarga einum hvali ella einum springara, siga tey.

 Men tey ávara eisini um, at blóðtystir grindamenn kunnu finna upp á at leypa á verndarfólki, so tey skulu vera til reiðar at verja seg, verður tað neyðugt.

 

Sea Shepherd sigur, at tey fara ikki at áleggja nøkrum at bróta lógina. Men tey leggja kortini afturat, at  hvør einstakur fær høvi at gera tað, sum neyðugt er at gera, fyri at bjarga hvali og springara.

Tey leggja afturat, at verður grind hildin til, fara tey at skjalprógvað drápið væl og virðiliga og at senda prógvini um allan heim.

Allur heimurin fer at halda eyga við føroyingum, sigur Sea Shepherd.