Tað er í september, at skotar skulu á fólkaatkvøðu um at loysa Skotland frá hinum partinum av Bretlandi og at skipa landið sum sjálvstøðugt ríki.
Úrslitið fær týdning fyri tey trý oyggjasamfeløgini Hetland, Orkneyoyggjarnar og Hebridurnar, sum gerast partur av einum sjálvstøðugum Skotlandi, um um skotar velja at loysa.
Men í Hetlandi eru øll ikki líka fegin um tað, sum kann henda, og tey eru farin undir at savna undirskriftir við kravi um, at skipað verður fyri fólkaatkvøðu í teimum trimum oyggjabólkunum hvør sær eina viku aftan á fólkaatkvøðuna í Skotlandi.
Her skulu fólk sleppa at taka støðu til,
um teirra oyggjabólkur skal skipast sum sjálvstøðug tjóð ella vera partur av Skotlandi
og um oyggjabólkurin skal taka seg burtur úr Skotlandi, um skotar loysa, og framhaldandi skal vera partur av Bretlandi.
Tað er ikki greitt, um skotska tjóðartingið fær tíð til at taka støðu til eitt møguligt krav úr Hetlandi, Orkneyoggjunum og Hebridunum um sjálvstøðugar fólkaatkvøður, tí tíðin er um at ganga undan, skrivar NRK.