Fyri hálvumøðrum ári síðani tók Café Hvonn í Havn stig til at hava jazz á skránni hvørt týskvøld. Hetta hevur hepnast sera væl og hevur verið væl vitjað. Hetta eru jazzkvøld við okkara frægastu jazztónleikarum, og hevur stílurin verið sera fjølbroyttur.
Nú fer Hvonn so undir ein nýggjan tónleikatátt. Hvørt hóskvøld klokkan 21 verður nú Folk & Blues á Hvonn.
Sannandi vantandi umstøður í býnum til slíkan tónleik er hetta ein kærkomin møguleiki hjá tónleikarum og áhoyrarum, og í kvøld, 10 september verður tað bólkurin Kvonn sum fer at spæla fólkatónleik.
Hetta er bólkur við violinspælaranum Angeliku Nielsen á odda og við sær hevur hon veteranarnar innan fólkatónleik, Ivar Bærentsen, Sharon Weiss og Kristian Blak.
Næstir í røðini, tann 17. september eru Martin Joensen og hansara menn. Martin hevur, um nakar ríka okkum við nógvum fólkakærum klassikarum, og er hesir tríggjir altíð ein frægd at lýða á, - Martin Joensen við sangi og guitari, Eyðun M. Hansen á guitar og Pauli Magnussen á bass.
Tann triðji bólkurin kemur við bluestónleiki tann 24. september. Hesin bólkur var sera virkin fyri nøkrum árum síðani, men hava hesir tónleikararnir síðan tá havt úr at gera í øðrum samanhangum. Nú hava mennirnir í bólkinum Headache tikið stig til at savnast aftur, og tað verður blues´ur úr bestu skuffu. Uni R. Debess er fremsti maður á guitar og sang, Edvard N. Debess spælir kontrabass og syngur, meðan Rógvi á Rógvu spælir trummur og percussion.
- Vónandi verður tikið væl undir við hesum nýggja tónleikatiltaki, og helst verður tað sum tað plagar, tá Jazzur á Hvonn er á skránni týskvøld. Tú skal verða í góðari tíð um ein vil hava ein góðan sess, siga fyrireikararnir.