Fólk verða trýst eftir pengum á netinum

- Talan kann vera um fleiri túsund krónur, og í hendingini í gjár var talan um heilar 7000 krónur, sum skuldu flytast aftur fyri, at viðkomandi slettaði myndina, sigur løgreglan.

 

Javnan ringja fólk til løgregluna og siga, at tey á netinum verða trýst eftir at flyta øðrum pengar, og eina slíka hending hevði løgreglan aftur í gjár.

 

- Í hesum førinum var tað ein maður, sum ringdi at melda, tí hann kendi seg hóttan á netinum. Hetta var ein ungur maður miðskeiðis í 20-unum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er oftast um útlendingar - bæði menn og kvinnur - sum seta seg í samband við føroyingar á netinum.

 

- Tá fólk hava samskift, kanska yvir eina tíð, endar tað viðhvørt við, at útlendingurin fær fólk her heima at senda sær onkra ónærisliga mynd.

 

Løgreglan sigur, at tá útlendingurin hevur fingið myndina, hóttir viðkomandi við, at myndin verður send til kenningar í Føroyum, um tey ikki flyta pening.

 

- Talan kann vera um fleiri túsund krónur, og í hendingini í gjár var talan um heilar 7000 krónur, sum skuldu flytast aftur fyri, at viðkomandi slettaði myndina.

 

Í hendingini í gjár vildi føroyingurin ikki rinda, men gjørdi heldur av at melda tilburðin til løgregluna.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at sjálvandi eigur eingin at rinda, tí tað kann vera so skjótt, at tann í hinum endanum vendir aftur og vil hava meira pening, um tey fyrst hava goldið einaferð.

 

- Vit heita tí staðiliga á fólk um at vera ansin á netinum - serliga, tá talan er um fremmandafólk, sum seta seg í samband við teg, tí tú ánar ikki, hvør tað er, sum er í hinum endanum.

 

Lagt verður aftrat, at í hendingini í gjár varð tað eitt mannfólk, sum meldaði, og í hinum endanum var tað ein persónur, sum segði seg vera konufólk.

 

- Okkara áheitan er at vera ansin við slíkum á sosialu miðlunum, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.