Fólk við breki ikki nóg góða atgongd til Kringvarpið

ST-nevndin fyri fólk, ið bera brek, gevur føroyingum millum annað kritikk fyri, at at deyv og tunghoyrd fólk í Føroyum ikki hava nøktandi atgongd til sendingar í Kringvarp Føroya.

Føroyar fáa bæði rís og rós frá ST-nevndini um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

 

ST-nevndin rósar Føroyum fyri at hava sett í gildi løgtingslóg, ið bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

 

Harumframt fáa Føroyar rós fyri broytingina í miðnámsskúlalógini, sum skal geva fleiri næmingum við serligum tørvi eitt miðnámsskúlatilboð eftir fólkaskúlan.

 

Nevndin fegnast somuleiðis um, at Føroyar tann 23. september – samstundis sum Danmark - tók undir við sjálvbodna sáttmálaískoytinum, ið gevur einstaklingum møguleika at klaga til serstaka ST-nevnd. 

 

ST- nevndin vísir eisini á nøkur øki, ið krevja ábøtur.  Hon vísir á, at Føroyar ikki hava ein brekpolitikk og mælir til, at føroyskir myndugleikar fremja hetta í verki og samstundis gera eina virkisætlan fyri, hvussu hesin politikkur skal setast í verk.

 

Føroyar fáa eisini viðmerking fyri ikki at hava tikið stig til at stovna eina óhefta eftirlitseind ella ein mannarættindastovn, ið skal ansa eftir, at rættindini sambært sáttmálanum verða framd í Føroyum.  

 

Nevndin leggur afturat, at deyv og tunghoyrd fólk í Føroyum ikki hava nøktandi atgongd til sendingar í Kringvarp Føroya.

 

Nevndin mælir somuleiðis til, at føroyskt teknmál verður viðurkent sum alment mál.  

 

Les meira um niðurstøðuna hjá ST-nevndini á tinganes.fo.