Fólk vilja sleppa at síggja livandi hval

Áhugin millum ferðafólk at eygleiða livandi hval er vaksin sera nógv í Íslandi tey seinastu árini.

Eftir fimm árum er tað, sum íslendingar kalla "hvalaskoðun" vorðið rættiligt ferðamál. Árliga hava umleið 200.000 fólk verið við skipum og bátum, sum sigla við fólki, ið vilja sleppa at síggja livandi hval, og roknað verður við, at talið verður uppaftur størri í ár.

 

Áhugin er serliga stórur mánaðirnar frá mai til desember, og sannlíkindini fyri at síggja hval hesa tíðina, eru heili 99 prosent, sigur Freyr Antonsson hjá Arctic Seatours við Støð 2. 

 

Tað er serliga á Reykjavíkarleiðini, at skip og bátar sigla við fólki, sum vilja sleppa at síggja livandi hval, men hetta er eisini eitt týðandi ískoyti hjá ferðavinnuni við Eyjafjørðin og í Húsavík.