Flokkarnir fóru hvør til sín í nátt, men hava avtalað at hittast aftur í dag klokkan 14:00.
Flokkarnir eru lidnir við at orða høvuðstættirnar í samgonguskjalinum, men sum skilst eru flokkarnir framvegis ósamdir um ávís mál. Semja tykist tó at vera um stýrisskipanarmálini, búskaparmálini og tey flestu vinnumálini, men sum skilst er ósmeja m. a. um samferðsluna.
Flokkarnir eru enn ikki farnir undir at býta málsøki, men á sjálvstýrisleið eru flokkarnir vorðnir samdir um at at taka upp samráðingar við Danmark um, at Danmark og Føroyar skulu skipast sum tvey sjálvstøðug lond við felags kongshúsi, felags gjaldoyra og hægstarætti.
Flokkarnir eru eisini samdir um at taka upp samráðingar við Danmark um at sleppa av við skuldina upp á eitt tíðarskeið upp á eini 15-20 ár. Eisini eru flokkarnir vorðnir samdir um, at Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkis- og handilspolitikk.
Hóast flokkarnir ikki hava váttað tað enn, so tykist greitt, at Anfinn Kallsberg verður løgmaður. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vilja hava Anfinn Kallsberg til løgmann, meðan bara tjóðveldisumboðini vilja hava hin 32 ára gamla Høgna Hoydal til løgmann.
Men tað tykist eisini liggja í kortunum, at Tjóðveldisflokkurin far ein superlandsstýrismann - ella ein uttanríkisráðharra, um vit so kunnu siga, sum fær víðar heimildir og sum skal standa fyri samráðingunum við danir um sjálvsstýrisstigini, sum takast skulu.
Sambært Heina O. Heinesen, so skal fólkaatkvøða verða - helst ár 2000 - um eina føroyska grundlóg.
Flokkarnir hittast aftur á Gamla Apoteki í dag klokkan 14:00, og tá halda teir helst á til liðugt er. Í morgin klokkan 11:00 skal Anfinn Kallsberg aftur hitta løgtingsformannin og greiða honum frá nýggju samgonguni. Er alt liðugt tá, so er klárt hjá løgtinginum at velja løgmann, sum síðan skipar landsstýrið.