Tað ljóðar nú, at um Annika Olsen kemur heimaftur í Fólkaflokkin, verður hon uppskot floksins til borgarstjóra í Havn
Sum skilst er enn ikki avgjørt, um Annika Olsen fer aftur at søkja um limaskap í Fólkaflokkinum, ella um hon enn einaferð ferð at tekna seg sum lim í Framsókn.
Annika Olsen, sum varð vald á ting fyri Fólkaflokkin á valinum 1. september er í løtuni uttanflokkatingkvinna – ein støða, sum ikki er haldbar fyri fólk, sum ynskja sær eina framtíð í politikki. Og tað ynskir Annika Olsen.
Tað var hósdagin 17. september í fjør, at Annika Olsen boðaði løgtinginum frá, at hon nú var partur av tingbólkinum hjá Framsókn. Men limaskapurin í Framsókn var stokkutur, tí longu 96 tímar seinni, sunnudagin 20. september, boðaði Annika Olsen frá, at hon ikki longur var limur í Framsókn.
Síðani tá hevur verið gitt, hvat hon so fór at gera. Tað er einki dulsmál, at ávíst stríð hevur verið millum hana og fólk í Fólkaflokkinum – serliga um formanssessin, sum hon royndi eftir í 2011, men ikki fekk, tí skipanin hjá Fólkaflokkin loyvdi tí ikki.
At baklandið í Fólkaflokkinum er skuffað og misnøgt, tá slíkt hendir, er ikki so løgið, og tí kundi roknast við ymsum politiskum álopum úr Fólkaflokkinum. Men tey hava tó ikki verið at sæð. Tvørtímóti hevur Fólkaflokkurin og formaðurin, Jørgen Nicalsen, fleiri ferðir víst á dygdir hjá Anniku Olsen sum politikara.
Og tá hon á Facebook um dagarnar gevur ilt av sær í politiskum boðaskapi um Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, so teljast bæði Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni millum teirra, sum dáma útsøgn hennara. Og Bjarni Djurholm fegnast so nógv, at hann eisini hevur eina viðmerking:
– Tín lutur lá so avgjørt ikki eftir sum landsstýriskvinna, tvørturímóti skaraði tú framúr. Tað nívir sosialistiska veingin, sum heldur seg hava patent uppá almannamál, skrivar fyrrverandi floksfelagi hennara.
Samstundis frættist, at Annika Olsen á onkran hátt bæði er í samráðingum við Framsókn og Fólkaflokkin um nýggjan limaskap. Hon kann sjálvandi fara upp í Framsókn við somu grundgevingum, sum hon hevði 17. - 20. september í fjør. Men politiskt er tað ein veikur boðskapur. At fara upp í aftur Fólkaflokkin – sum einki er broyttur og ikki verður broyttur við tí tingmanning, flokkurin hevur í dag, hevði verið ein politisk kapitulatión hjá Anniku Olsen. Hon verður ikki forkvinna í flokkinum, tað slagið er tapt. Fólkaflokkurin hevur ein tryggan floksformann við Jørgen Niclasen, so har eru eingi útlit til broytingar.
Men Fólkaflokkurin hevur eitt veikt punkt, sum Jørgen Niclasen einki fær gjørt við. Tað er Havnin. Flokkurin hevur mist takið um Havnina, sum flokkurin hevur havt í mannaminni. Serliga Poul Michelsen, Jógvan Sundstein og Óli Breckmann hava tryggjað Fólkaflokkinum góð valúrslit í Havn. Men tað klárar flokkurin ikki í dag, hvørki til býráðsval, løgtingsval ella Fólkafltingsval. Einasta vónin er Annika Olsen.
Tí er tað, at fólk eru farin at tosa um, at Annika Olsen skal gerast borgarstjóravalevni Fólkafloksins til býráðsvalið í november í ár.
Fyri fyrstu ferð síðani vælmaktstíðina hjá uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gongd í sjeytiárunum hevur Fólkaflokkurin bara tveir býráðslimir í Havn. Skal flokkurin gera sær nakra vón um at vinna borgarstjórasessin frá Javnaðarflokkinum, so má flokkurin hava tríggjar og helst fýra sessir í Tórshavnar býráð. Hesar sessir kann Annika Olsen trygga Fólkaflokkinum.
Tað er at kalla óhugsandi, at Javnaðarflokkurin aftur vinnur reinan meiriluta. Stillar Heðin Mortensen uppaftur – og tað má hann, um hann skal taka metið frá Poul Michelsen fyri at vera tann borgarstjóri, sum hevur sitið longst – so kann Javnaðarflokkurin fáa enn eitt gott val. Um Javnaðarflokkurin eitt nú fær fimm býráðslimir heldur enn sjey, so er tað eisini eitt ómetaliga gott úrslit, sum tó kann føra til, at Fólkaflokkurin aftur fær maktina í Tórshavnar býráð.
Gita vit, at Tjóðveldi varðveitir síni trý og Sambandsflokkurin sín eina býráðslim, so kunnu hesir flokkar skipa nýggja samgongu í Tórshavnar býráð við Anniku Olsen sum borgarstjóra. Í Tjóðveldinum er tað serliga Marin Katrina Frýdal, sum er troytt av Javnaðarflokkinum. Bara tað at fáa Heðin Mortensen frá sum borgarstjóra kann fylla so nógv hjá henni, at Tjóðveldi glaðbeint fer í samgongu við Fólkaflokkin. Og Sambandsflokkurin kann eins væl samstarva við Fólkaflokkin sum Javnaðarflokkin.
Hetta eru avgerðir, sum verða tiknar um midnáttarleitið valkvøldið 8. november í ár.
Á henda hátt kanna Annika Olsen telva seg inn aftur í Fólkaflokkin uttan at missa andlit – politiskt.
Tí í politikki ber alt til – og øll kunnu gera alt og røkja allar sessir. Tað ber altíð til at tosa seg til rættis og soleiðis definera, hvør er rætta politiska avgerðin. Soleiðis kann tað gerast rætta politiska avgerðin hjá Anniku Olsen at tekna seg sum lim aftur í Fólkaflokkinum afturfyri at gerast borgarstjóravalevni floksins í høvuðsstaðnum, tí leiðsluna í flokkinum fær hon ikki.