Fólkaflokkurin í Havn liðugur við uppstilling

Mánakvøldið var Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum, liðugt við endaligu uppstillingina til løgtingsv alið. Umframt teir báðar tingmenninar hjá flokkinum, Óla Breckmann og Bjarna Djurholm, stillar eisini fyrrverandi sambandstingmaðurin, Finnbogi Arge upp á fólkaflokslistanum.

Birgir Danielsen, sum við seinasta løgtingsval fall fyri Bjarna Djurholm, stillar ikki upp hesaferð.


Listin hjá Fólkaflokkinum er hesin:


Finnbogi Arge, løgtingsmaður, Tórshavn

Óli Breckmann, løgtingsmaður, Tórshavn

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, Tórshavn

Palli á Dul, el-innleggjari, Argir

Marianna Eysturoy, handilskvinna, Hoyvík

Katrin Johansen, lærari, Tórshavn

Laila á Lofti, fysioterapeutur, Argir

Petur Olsen, byggifrøðingur, Tórshavn

Frank Petersen, postmaður, Tórshavn

Leo Poulsen, blaðmaður, Nólsoy

Jákup Símun Simonsen, bankamaður, Hoyvík