Fólkaflokkurin: Lægri skatt og hægri barnafrádrátt

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð ynskir at hækka barnafrádráttin og at lækka kommunuskattin.

Vit, sum umboða Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð, fara á býráðsfundi í dag, enn einaferð, at leggja uppskot fram, um at barnafamiljur fáa barnafrádráttin hækkaðan úr 9.000 kr. til 10.000 kr. pr. barn. 

Harumframt koma vit at leggja uppskot fram, um at kommunuskatturin verður lækkaður við 0,25% til 18,75%.

Inntøkurnar í Tórshavnar Kommunu eru í fíggjarætlanini fyri 2026 mettar at vera yvir 1,5 milliard krónur. 

Samstundis er staðfest nú í november, at meirinntøkan frá skattum í Tórshavnar Kommunu verður heilar 80 mió. kr. hægri enn upprunaliga mett í fíggjarætlanini fyri 2025.

 

Ein meirinntøka á 80 mió er sera nógvur peningur. Spurningur eigur at setast við, hvussu kommunan brúkar hesar meirinntøkur á bestan hátt.

Hækkið barnafrádráttin!

Barnafamiljur í Tórshavnar Kommunu skulu fyrst og fremst fáa barnafrádráttin hækkaðan úr 9.000 kr. pr. barn til 10.000 kr. pr. barn.  Hetta er tiltrongt, og fer at koma væl við hjá øllum barnafamiljum, sum hvønn dag merkja øktar útreiðslur í húsarhaldinum.

Kommunan fer at geva ókeypis ansingarpláss í desember. Vit í Fólkaflokkinum taka sjálvandi undir við hesum. Vit báðir halda, at tað átti at verið sjálvsagt, at býráðið eisini tekur undir við okkara uppskoti at hækka barnafrádráttin við 1.000 kr. pr. barn. 

At hækka barnafrádráttin er skilagóður Fólkaflokkspolitikkur. Vit ynskja, at geva barnafamiljunum frælsi at ráða yvir sínum peningi á besta hátt.

Lækkið kommunuskattin!

Somuleiðis koma vit í Fólkaflokkinum við uppskoti um, at Tórshavnar Kommuna nú byrjar eina tilgongd at lækka kommuskattin við 1% stigi yvir 4 ár, har vit kunnu byrja við 0,25% stigi í skattalækking í 2026.

Vit síggja ár eftir ár stóran vøkstur í skattainntøkunum í Tórshavnar Kommunu, sum sjálvsagt er gleðiligt.

Hinvegin sæst tíverri, at raksturin í Tórshavnar Kommunu er vaksin nógv seinastu árini, og at talan aftur í 2026 verður ein útreiðsluvøkstur á umleið 5%.

Borgarin í Tórshavnar kommunu eigur ongantíð at gjalda meira kommunuskatt enn neyðugt. Tí er umráðandi at reka kommununa á ein so skilagóðan og effektivan hátt sum gjørligt. 

Vit mæla til at lækka kommunuskattin við 0,25% í 2026. Fíggingina finna vit saman við samgonguni, um veruligur vilji er at geva ein skattalætta til borgaran.

Vónandi fara býráðslimir at taka undir við uppskotinum frá okkum í Fólkaflokkinum. 

 

Birgir Nielsen, býráðslimur


Høgni Vilhelmsen, býráðslimur


Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð