Tað eru Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein, sum stilla upp til løgtingsvalið 8. november fyri Fólkaflokkin í Havn.
Tað eru munandi færri valevni, enn Fólkaflokkurin hevði á valinum í 2019, tá níggju fólk stillaður upp fyri Havnar Framburðsfelag, sum fingu til samans 1.530 atkvøður.
Til samanberingar stillar Tjóðveldi 13 fólk upp í Havn og Javnaðarflokkurin 17. Sambandsflokkurin hevur ikki enn kunngjørt sín lista.
Sum skilst er møguleiki fyri, at fleiri koma á listan hjá Fólkaflokkinum í Havn.
Ein vika er eftir, til listarnir skulu vera inna.
Hesi stillaðu upp til seinasta løgtingsval fyri Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum:
1 Christian Andreasen: 580 atkvøður
2 Annika Olsen: 289 atkvøður
3 Hans Andrias Kelduberg: 196 atkvøður
4 Hanus Samró: 146 atkvøður
5 Birgir Nielsen: 107 atkvøður
6 Sámal Jákup Sakarisson: 89 atkvøður
7 Hans Joensen: 44 atkvøður
8 Joan Samuelsen: 44 atkvøður
9 Ingvør Justinussen: 35 atkvøður
Tilsamans: 1.530 atkvøður