Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, ætlar framvegis at broyta bygnaðin í fólkaskúlanum.
Ætlanin um ta stóru nýskipanina fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá ið kommunusamanleggingin datt fyri bakka.
Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár er lagt fyri Løgtingið, staðfestur landsstýrismaðurin í skúlamálum, at hann hevur ikki slept ætlanini at fremja nakrar broytingar, sum skilbøta raksturin á skúlaøkinum.
Hann sigur, at eitt endamál er at leggja so til rættis, at tímarnir til fólkaskúlan skulu í størri mun verða tillutaðir til skúlaøki og verða lagaðir eftir næmingatalinum í hvørjum árgangi.
Men tað skal gerast í samráð við kommunurnar og tað merkir, at endamálið er at fáa kommunur í teimum ymsu økjunum at samstarva um fólkaskúlan.
Hann hugsar ikki minst um kommunur, har meiri enn ein skúli er, tí hann heldur, onkustaðni eigur at bera til at samskipa fólkaskúlan og kanska leggja skúlar saman.
- Men hann hugsar eisini um at kommunur í ávísum økjum skulu samstarva tvørtur um kommunumark.
- Endamálið er at geva teimum ymsu kommunum, ella samstarvsøkjum størri ræði á játtanini til fólkaskúlan, so at hann ikki skal stýrast í smálutir úr Mentamálaráðnum.
Hann heldur, at kommunur og Mentamálaráðið ásanna, at áhugamálini eru felags og hann heldur, at tað merkist aftur í samskiftinum, sum gongur væl.
- Kommunurnar brúka rættiliga stórar upphæddir upp á skúlarnar, so eisini tær hava áhuga í at skilbøta raksturin.
Hann vil ikki í smálutir við, hvat liggur í kortunum, tí hann heldur, at tað kann órógva tilgongdina.
Men hann vísir á, at broytingarnar skulu gerast í samstarvi við kommunurnar.
- Einki verður smoygt yvir høvdið á kommunum, sigur Bjørn Kalsø.
Hann leggur afturat, at ætlanin er at seta broytingarnar í verk frá næsta skúlaárið at rokna.