Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at veksa.
Seinastu átta árini er fólkatalið vaksið við 340, sum svarar til ein vøkstur á 26,6 prosent - ella í miðal 3,3 prosentstig um árið.
- Fólkatalið fór av álvara at veksa, tá verkætlanin um Eysturoyartunnilin var veruleiki. Tunnulin, sum varð tikin í nýtslu í desember 2020, hevur veruliga sett gongd á vøksturin.
Tað ásanna tey í Nes kommunu.
- Kommunan er nú veruliga partur av meginøkinum, og tað tekur bert 15 minuttir at koyra av Toftum til Havnar.
Nes kommuna hevur gjørt nógv við at útvega karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, og seinastu árini eru fleiri útstykkingar gjørdar.
- Tað hevur verið nógv bygging av íbúðum og sethúsum, og tað verður framvegis nógv bygt í kommununi.
Í kommununi vísa tey á, at nýggjasta útstykkingin er gjørd við Høganesvegin, har útsýnið inn á Skálafjørðin er framúr gott.
- Her eru nýliga seld átta sethúsagrundstykkir, og í næstu framtíð verður eitt íbúðarøki her, eins og aðrastaðni í kommununi, boðið út.
Í Nes kommunu leggja tey stóran dent á at hava góðar umstøður til dagstovnar, skúla, ítrótt og frítíðarvirksemi eins og í eldrarøktini.
- Vit fegnast tí um, at kommunala trivnaðarkanningin sum heild vísti góð úrslit. Eitt úrslit skaraði heilt framúr, og tað var nøgdsemið við dagstovnaøkið, og tað eru vit í Nes kommunu serliga fegin um.
Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu vaksið sera skjótt.
1. januar 2018: 1279 fólk
1. januar 2019: 1326 fólk
1. januar 2020: 1338 fólk
1. januar 2021: 1399 fólk
1. januar 2022: 1450 fólk
1. januar 2023: 1502 fólk
1. januar 2024: 1536 fólk
1. januar 2025: 1586 fólk
1. januar 2026: 1619 fólk










