Kringvarpið:
Hóskvøldið skulu teir seks spírarnir aftur í gomlu auluna í Hoydølum at syngja hvør sín sang hjá eini stjørnu.
Í seinasta parti var tað Martin Joensen, sum kom á gátt at lurta.
Men hvør er so stjørnan hesa ferð?
Kim Hansen, kapellmeistari, hevur funnið hesa gomlu barnamyndina av stjørnuni. Hann avdúkar, at viðkomandi sær næstan eins út í dag. Tað er nakað um tað.
Sást tú ikki fyrsta part við Martini Joensen, so ber til at síggja sendingina her:
HOYDALAR: Fyrsti partur við Martini Joensen











