- Vit útiloka ikki møguleikan, at Russland í framtíðini kann gera innrás í pørtum av Noregi fyri at verja síni kjarnorkuvápn á Kolahálvoynni.
Tað sigur norski verjuleiðarin, Eirik Kristoffersen, í samrøðu við The Guardian.
Í samrøðuni vísir hann á, at hetta eru einastu kjarnorkuvápn, ið russar hava eftir, sum í veruleikanum kunnu hótta USA.
Russar hava nevniliga størstu goymsluna av kjarnorkuvápnum á Kolahálvoynni, sum liggur nærindis Noregi.
- Hesi vápn eru heilt avgerandi, um Russland einaferð skuldi komið í stríð við Nato aðrastaðni, sigur norski verjuleiðarin.
Eirik Kristoffersen sigur, at hetta er ein framtíðarímynd fyri norðurøkið, sum norska verjan hevur eina ætlan fyri.
Verjuleiðarin heldur tó ikki, at Russland hevur sum mál at hertaka Noreg á sama hátt sum Ukraina ella onnur fyrrverandi Sovjet-lond.










