Á hátíðarhaldi fyri løtu síðani varð minnisvarði William Gibson Sloan avdúkaður við Sloans hús við Tinghúsvegin 10 í Havn.
Arbeitt hevur verið í nøkur ár við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara. Hann var føddur í Dalry í Skotlandi 4. september 1838 og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865.
Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og gjørdist hansara trúboðaravirki upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum.
##med2##
Í 1881 giftist William Gibson Sloan við Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús við Tinghúsvegin í Havn. Tað er í hesum húsunum - Sloans Húsi - við Tinghúsvegin 10, at Sloans Savn heldur til.
##med3##
Í hesum sambandi hava einstaklingar tikið stig til at reisa minnisvarðan, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað.
##med4##
Á hátíðarløtuni sang Ebenezerkórið og hugleitt varðu um Sloan og minnisvarðan, og heilsanir verða bornar fram.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
























