Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing eru bert tvey stig frá at røkka ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Ringkøbing í dag á útivølli 34-32 á EH Aalborg. Í steðginum var Ringkøbing á odda 19-13.
Rakul bjargaði tveimum av níggju málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði 10 av 30 málroyndum.
Ringkøbing er nummar 12 í deildini við níggju stigum. Men tær eru bert tvey stig frá Sønderjyske, ið hevur 11 stig á gylta áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Í næstbestu deildini vunnu Lív og Vár Zachariasen og liðfelagar teirra í Ajax 27-24 á AGF í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn. Í steðginum var Ajax frammanfyri við fýra málum, 16-12.
Ajax er nú næstfremst í deildini við 22 stigum. Aftanfyri Ajax eru trý lið, ið hava 20 stig hvør. Tey eru AGF, Rødovre og Roskilde. Holstebro er langt fremst við 30 stigum.











