Í Portugal hevur valevnið hjá Sosialistaflokkinum, António José Seguro, tryggjað sær ein sannførandi sigur í øðrum og avgerandi umfari av forsetavalinum í dag.
Tað vísir fyribilsúrslitið eftir at 95 prosent av atkvøðunum eru taldar upp.
Seguro fær 66 prosent av atkvøðunum, ella umleið tveir triðingar av atkvøðunum.
Mótstøðumaður hansara, høgravendi politikarin André Ventura, fær 34 prosent av atkvøðunum.
Tað merkir, at 63 ára gamli fyrrverandi formaðurin í Sosialistaflokkinum skal avloysa tann konservativa Marcelo Rebelo de Sousa sum forseti.
Í fyrsta umfari av forsetavalinum, sum var fyri trimum vikum síðani, stillaðu 11 valevni upp. Her fekk Seguro - lýstur sum politikari á politisku miðuni - 31 prosent av atkvøðunum.
André Ventura úr flokkinum Chega, sum er nakað á høgra vongi, kom á annað pláss við 23,5 prosentum.
Í øðrum umfari av valinum í dag fekk Seguro óvæntaðan stuðul frá hóvligari veljarum á høgravonginum, sum ikki dáma populistiska tónan hjá Ventura og mótstøðu móti tilflyting.
Seguro hevði meira enn 50 prosent undirtøku í meiningarkanningunum fram til annað umfar.
Nógvir veljarar síggja hann sum garant móti einum politiskum høgraskifti í Portugal, har Chega gjørdist næststørsti flokkur á seinasta tjóðartingsvali.
Í Portugal er leikluturin sum forseti í stóran mun umboðandi.
Men í krepputíðum kann forsetin upploysa tjóðartingið, útskriva val ella koyra ein forsætisráðharra úr starvi.
Á valinum sunnudagin hava øll ikki havt møguleika at greiða sína atkvøðu.
Nógvir ódnir og eftirfylgjandi vatnflóð hava noytt trý valdømi í suður- og miðpartinum av Portugal at útseta atkvøðugreiðsluna eina viku.
Broytingarnar raka umleið 37.000 veljarar, ella 0,3 prosent av teimum, sum hava valrætt í Portugal.
Tað er ov lítið at broyta endaliga úrslitið, um atkvøðuteljingin staðfestir valsigurin hjá Seguro, sum exit-kanningar vísa.
Ritzau/Reuters











