Tjena tjúkt upp á at selja rúsevni í Føroyum

– Prísirnir eru í minsta lagi tríggjar ferðir hægri enn í Dan­mark, har megin­parturin av teimum hald­tiknu rúsevnunum koma frá.

Hetta merkir, at skipaði kriminaliteturin í Dan­mark og aðrastaðni sær Føroyar sum ein møguleika at vinna skjótan og nógvan pening.

 

Tað sigur Michael Boolsen, fúti.

 

– Vit eru far­in frá at hassj nær­um er ein­­asta rúsevni, sum er at finna í Føroyum, til at so at siga øll sløg av rús­evn­um eru at fáa. Hetta merk­ir, at vit í 2025 hava lagt hald á stórar nøgd­ir av ser­­l­iga hassji, men eisini øðr­­um rúsevnum sum am­­fe­­ta­min og kokain.

 

Tað segði á hátíðarhaldi í sam­bandi við nýggjársparolu hjá Før­oya Politi, sum var í Havn 13. januar. Í Klaksvík  15. jan­uar og á Tvøroyri 16. januar.

 

Í røðu síni, sum er endurgivin í Sosialinum hesaferð, tók Michael Bool­sen, fúti, saman um 2025 har hann kom inn á, hvussu krimimyndin sær út í Før­oyum.

 

– Krimimyndin lýsir í stór­an mun uppgávur okk­ara. Vísir, hvat vit hava havt við at gera, og hvat vit kunnu vænta at skula fá­ast við næstu tíðina, segði Mic­hal Bool­sen, fúti.

 

Hann vísti á, at eitt øki, sum tekur alsamt meira ar­beiði hjá løgregluni, er rús­evn­is­brots­verk.

 

– Vit eru farin frá málum, sum snúgva seg um eitt kilo av hassji, sum vóru stór mál, til mál, sum nú verða fram­skund­að og skjótt avgreidd og viðgjørd í rættinum.

 

– Vit eru far­in frá at hassj nær­um er ein­­asta rúsevni, sum er at finna í Føroyum, til at so at siga øll sløg av rús­evn­um eru at fáa. Hetta merk­ir, at vit í 2025, í serliga góð­um samstarvi við Taks, hava lagt hald á stórar nøgd­ir av ser­­l­iga hassji, men eis­i­ni øðr­­um rúsevnum sum am­­fe­­ta­min og kokain, segði  fútin.

 

Tað eru ikki bert før­oysk­ir brots­menn, sum standa aft­an fyri hesa smugling, men tað krev­ur eisini eitt før­oyskt net­verk fyri at fóta sær í Før­oyum. Og føroyski rús­­evn­­a­markn­að­ur­in er lukra­tiv­ur, sigur fútin.

 

– Prísirnir eru í minsta lagi tríggjar ferðir hægri enn í Danmark, har meg­in­part­ur­in av teimum hald­tiknu rús­evnu­num koma frá.

 

– Hetta merkir, at skipaði krim­i­nali­tet­urin í Dan­mark og aðra­staðni sær Før­oyar sum ein møguleika at vinna skjót­an og nógvan pening.

 

Tí er ikki bert samstarv mill­um stovnar í Føroyum, men eis­­ini tætt samstarv við onn­­ur politiøki og løg­regl­­­­una í øðrum londum ein for­­­­treyt fyri at tálma ó­lógl­iga virkseminum, segði fút­in millum annað.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa  blaðið á www.sos.fo við at logga við haldaranummarium.