Lavrov skuldsetir Ukraina fyri álopið á Aleksejev

Vladimir Aleksejev, sum varð raktur av skotum í morgun, hevur verið høgtstandandi generalur innan hernaðarligu fregnartnastuna í Russlandi

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, skuldsetir nú Ukraina at standa aftnafyri eina drápsroynd í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Talan var um eina hending, tá ein høgtstandandi russiskur generalur, 64 ára gamli, Vladimir Aleksejev, varð skotin í einum íbúðarbygningi í morgun.

 

Sagt verður, at álopsmaðurin skeyt fleiri skot, áðrenn viðkomandi rýmdi av staðnum.

 

Eftir álopið varð Vladimir Aleksejev fluttur á sjúkrahús, men higartil er einki frætt um, hvør støðan er.

 

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, leggur Ukraina undir at standa aftanfyri álopið, og hann kallar álopið eina yvirgangsatsókn.

 

Uttanríkisráðharrin heldur, at tað er ukrainska stjórnin, sum roynir at forpurra friðarsamráðingarnar við USA sum meklara.

 

Sambært útlendskum miðlum í dag hevur Ukraina higartil ikki gjørt viðmerkingar til hendingina í Moskva í morgun.

 

##med2##

 

Síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt fýra árum síðan, hava myndugleikarnir í Kyiv verið lagdir undir fleiri slíkar hendingar í Russlandi og í hersettu økjunum í Ukraina.

 

Myndugleikarnir í Ukraina hava í nøkrum førum tikið ábygdina av atsóknunum.

 

Sagt verður um Vladimir Aleksejev, sum varð raktur av skotum í morgun, at hann hevur verið høgtstandandi generalur innan hernaðarligu fregnartnastuna, GRU.

 

Hann hevur eisini fingið heiðurslønir frá russisku myndugleikunum, eitt nú fyri sín leiklut í russiska herinum í Sýria.

 

 

 

64 ára gamli, Vladimir Aleksejev