Nú skulu landsstýrisfólk hava sama pensjónsaldur sum føroyingar annars. Tað ætlar í øllum førum Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hann hevur lagt fyri tingið uppskot um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Sum er hava eftirlønt landsstýrisfólk eftir gomlu skipanini framvegis 67 ára pensjónsaldur – men í ávisum førum eisini 60 ára pensjónsaldur, um tey hava sitið nóg leingi í landsstýrinum og Løgtinginum tilsamans.
Hetta skal nú broytast soleiðis, at hesi eftirløntu landsstýrisfólk hava sama pensjónsaldur sum allir aðrir fólkapensjónistar – ella sama pensjónsaldur sum allir aðrir føroyingar.
Í viðmerkingum til uppskotið vísir løgmaður á, at í almenna kjakinum hevur, av røttum, verið reistur kritikkur av at bara fólkapensjónsaldurin er hækkaður, meðan landsstýrispensjónsaldurin, eftir gomlu skipanini, hevur staðið í stað.
– Tí er hetta uppskot tikið upp, sigur hann.
Lógin um eftirløn landsstýrismanna er broytt. Hon kom í gildi eftir løgtingsvalið í 2015.
Sambært galdandi løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m, rindar landið 15% av lønarsamsýningini afturat í eftirløn í eina eftirlønarskipan, góðkend av landsstýrinum. Landsstýrisfólk fáa ikki longur eftirløn goldna úr landskassanum.
Sambært eftirlønarlógini kann eftirlønarútgjald fyri landsstýrisfólk, úr eftirlønarskipanini, í fyrsta lagi byrja, tá ið eftirlønarsamanspararin nær fólkapensjónsaldri sambærrt lóg um almannapensjónir, og í seinasta lagi tann dagin, hann fær fólkapensjón.
Fyri landsstýrisfólk, sum sótu áðrenn 15. september 2015, galda gomlu reglurnar enn um útgjald av eftirløn úr landskassanum við 67 ára aldur – og í kvalifiseraðum førum frá 60 ára aldri. Tað er hetta, sum skal broytast við uppskotinum hjá løgmanni, sum skal tryggja, at landsstýrispensjónsaldurin, sum eftir gomlu skipanini er 67 ár, av sær sjálvum alla tíðina er knýttur at tí til eina og hvørja tíð galdandi fólkapensjónsaldri.










