Í dag hava umboð fyri USA og Iran verið í beinleiðis samrøðum í Oman.
Hetta er fyrstu ferð, at londini hittast til samráðingar, eftir at USA bumbaði iranskan kjarnorkuútbúnað í fjør summar.
Norska kringvarpið NRK veit at siga, at samrøðurnar millum partarnar vardu í umleið ein tíma.
Lagt verður aftrat, at uttanríkisráðharrin í Oman var við sum millummaður á fundinum millum partarnar.
Sambært NRK er ógreitt, at um fleiri samrøður verða millum USA og Iran gjøgnum dagin.










