Í gjár hendi ein syrgilig vanlukka í Rogalandi í Noregi, har tveir menn fór niður ígjøgnum ísin á Aksdalsvatninum í Tysvær.
Tað var í gjárkvøldið klokkan 18.38, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at onkur rópti um hjálp.
Bjargingarfólk fóru á staðið, og klokkan 19.12 vórðu tveir menn í seksti árunum funnir í vatninum, og tað var ein bjargingartyrla, sum fekk menninar upp.
- Roynt varð at geva monnunum lívbjargandi fyrstuhjálp, men á sjúkrahúsinum vórðu báðir staðfestir deyðir, sigur Kjetil Solhaug hjá norsku løgregluni.
Tað var kokkan 05.19, lokala tíð í morgun, at løgreglan kunngjørdi, at báðir menninir høvdu latið lív.
Fyrr um dagin høvdu fólk sæð tveir persónar, sum skoytaðu úti á ísinum á Aksdalsvatninum.
- Løgreglan er nú í holt við vitnisavhoyringar og kanningar, sum vónandi kunnu lýsa, hvat tað var, sum hendi, leggur Kjetil Solhaug aftrat.
Sagt verður, at báðir menninir, sum lótu lív, búðu í Tysvær kommunu.
Viðheftu mynd omanfyri eigur Jan Kåre Ness/NTB, og tað er heimasíðan - www.tv2.no - sum ber hesi tíðindi úr Noregi í morgun.











