Ghislaine Maxwell, sum er fyrrverandi unnusta og samstarvsfelagi hjá Jeffrey Epstein, noktaði í dag at svara spurningum undir hoyring hjá eini eftirlitsnevnd í Umboðsmannatinginum í Washington, D.C.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Ein advokatur hjá Maxwell segði áðrenn fundin, at Maxwell "vildi svara spurningum, um hon varð náðað".
Tað sigur formaðurin í nevndini, kongresslimurin, James R. Comer, við The New York Times.
Maxwell hevði verið boðsend sum vitni av eftirlitsnevndini.
Hon luttók so at siga úr einum fongsli í amerikanska statinum Texas.
Aftur í 2022 fekk Maxwell 20 ára fongsulsrevsing, sum hon situr í løtuni.
Í oktober noktaði hægstirættur í USA áheitanina hjá Maxwell um at kæra fongsulsrevsingina. Rætturin gav ikki nakra grundgeving fyri at vraka kæruna.
Maxwell er einasti fyrrverandi samstarvsfelagi, sum er dømdur í mun til viðurskiftini hjá Epstein við ungar gentur og kvinnur.
Jeffrey Epstein varð varðhaldsfongslaður í 2019 í málinum um misnýtslu av ungdómi og menniskjahandil.
Hann noktaði seg sekan, men varð ongantíð ákærdur í málinum, tá hann gjørdi sjálvmorð í fangarúminum í einum fongsli í New York sama ár.
Seinastu tíðina eru fleiri framstandandi fólk kring heimin komin í ljósið orsakað av sambandinum við Epstein eftir fleiri amerikanskar útgávur av skjølum, sum hava við Epstein-málið at gera.
Ein umrøða í Epstein-skjølunum merkir ikki neyðturviliga, at onkur er sekur í nøkrum brotum, men tað hevur tó sett fleiri í ringt ljós.
Talan er um norsku krúnprinsessuna Mette-Marit og fyrrverandi bretska ráðharran og nú frákoyrda sendiharran Peter Mandelson.
/Ritzau/











