Um Føroyar vinna seg til HM vera okkara í næstovasta styrkisbólkinum

Drigið verður í München 10. juni

Mynd: Ritzau Scanpix

Dagarnar 13. til 17. mai spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti tveir HM Play Off dystir móti antin Bosnia Hersogovina ella Kosovo.

 

Útidysturin verður spældur 13. ella 14. mai, og heimadysturin verður spældur 16. ella 17. mai.

 

HM verður leikt í Týsklandi millum 13. og 31. januar 2027. Vertsbýir eru Köln, München, Kiel, Hannover, Magdeburg og Stuttgart. Í Kiel og Hannover er talan um heimavallirnar hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelmi Poulsen, THW Kiel og Hannover-Burgdorf. Millumumførini vera leikt í Hannover og Köln. Avgerandi dystirnir vera leiktir í Köln.

 

Um Føroyar megna at vinna ein samlaðan sigur á Bosnia Hersogovina ella Kosovo, so koma okkara í næstovasta styrkisbólkin til HM-lutakastið.

 

Altjóða hondbóltssamgongan, IHF hevur kunngjørt styrkisbólkarnar, ið eru hesir:

 

Styrkisbólkur 1: Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina.

 

Styrkisbólkur 2: Frakland ella Kekkia, Finnland/Montenegro/Slovenia, Noreg/Turkaland/Rumenia, Serbia, Litava/Ungarn, Spania/Georgia/Ísrael, Sveis/Italia, Bosnia Hersogovina/Kosovo/FØROYAR, Ukraina/Slovakia/Norðurmakedonia.

 

Styrkisbólkur 3: Niðurlond/Grikkaland/Belgia, Eysturríki/Pólland/Lettland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Chile, 1 lið úr Norðuramerika/Karibia.

 

Styrkisbólkur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wild Card 1, Wild Card 2.

 

Drigið verður í München 10. juni. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix