Tógv og Tónar í Salt

“Tógv og tónar” - Verkstova: “Bind diagonalar strípur við restum”.

 

Soleiðis verður tiltakið í Salt lýst í stuttum.

 

-Kom við til eitt serligt kvøld við samveru, hugna og íblástri. Eitt kvøld har vit savnast um tógv og tónar, sigur Herborg Torkilsdóttir.

 

-Allar hava nakrar tógvleivdir við, sum vit leggja saman í eina stóra rúgvu. Síðani binda vit frá hvørjum øðrum. Tit hava stokkar stødd 8, 9 ella 10 við.

Tit fáa vegleiðing frá mær, og tá kvøldið er av, eru tit væl á veg til at eiga eina serstaka, vakra blusu við diagonalum strípum. Bindiuppskriftina fáa tit sendandi við telduposti. Eg spæli nøkur løg miðskeiðis og vegleiði loypandi gjøgnum kvøldið, sigur Herborg Torkilsdóttir við salt.fo.

 

Tiltakið er 28. februar.