- Trý smábørn og ein maður hava latið lív í russiskum álopi í Kharkiv-regiónini í kvøld.
Hetta skrivar Oleh Synjehubov, sum er leiðari fyri hernaðarumsitingini á Kharkiv-leiðini, á boðtænastuni, Telegram.
Hann sigur, at millum tey deyðu, eru tveir smádreingir, eitt ára gamlir og ein tvey ára gomul smágenta.
- Ein 34 ára gamal maður, sum var í íbúðini saman við børnunum, læt eisini lív av løstunum, hann fekk.
Oleh Synjehubov leggur aftrat, at umframt tey deyðu, fekk ein 74 ára gomul kvinna eisini løstir í russiska álopinum í kvøld.










