Trump við nýggjum hóttanum móti Iran

- Tað kann gerast aktuelt at senda ein flogbera við tilhoyrandi skipum aftrat til álop á Iran, um gongd ikki kemur í samráðingarnar, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA noyðist at taka rívan til mótvegis Iran, um semja ikki fæst um eina kjarnorkuavtalu.

 

Tað er ísraelska tíðindarásin, Channel 12, sum endurgevur amerikanska forsetan.

 

Donald Trump sigur, at tað kann gerast aktuelt at senda ein flogbera við tilhoyrandi herskipum aftrat til álop á Iran, um gongd ikki kemur í samráðingarnar.

 

- Amerikansk og iransk umboð hittust um vikusiftið til óbeinleiðis samráðingar í Oman, har evnið var iranska kjarnorkuætlanin, veit tíðindastovan NTB at siga.