Fólkatingið játtar 2,5 mió. kr til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Danska stjórnin hevur hevur sett 30 milliónir av til at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin. Tað er sera gleðiligt, og eg eri sera fegin um at hava verið við til at tryggja, at 2,5 mió. kr. verða settar av til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.

 

Hetta er eitt gott ískoyti til leikirnar, sum aftur verða hildnir í Føroyum. Leikirnir hava ikki verið hildnir í Føroyum síðani 1989. Hetta er eitt gott høvi at sýna okkara dugnaligu ítróttafólk, mentan og samfelag fram fyri øllum oyggjaleikagestum.

Eg gleði meg til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 og vil ynskja fyrireikarunum hepna hond í at skipa fyri.

Eisini verða 4 mió. kr. settar av til Danske Taler, til at skjalprógva føroyskan og grønlendskan siðaarv um røðulist.

 

 

Anna Falkenberg, Fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.