Fólkatingslimur vil hava mobilan radara til Føroya

Christian Friis Bach hevur saman við øðrum fólkatingslimum verið ein túr á Sornfelli, og hann vónar eisini, at Landsstýrið kemur við greiðum boðum um russisku skipini í Havn. (Dagført við fleiri viðmerkingum kl 13:20)

– Vit hava ein mobilan radara, vit skjótt kunnu flyta upp til Føroya. Tað haldi eg, vit áttu at gjørt.

 

Soleiðis skrivar danski fólkatingslimurin fyri Radikalu Vinstra, Christian Friis Bach, á Twitter í dag.

 

Hann er í Føroyum í sambandi við eina vitjan hjá Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, og í góðveðrinum hava tey verið ein túr á Sornfelli, har gamla radarastøðin stendur. Hann hevur lagt eitt filmsbrot út á Twitter, har hann eisini skrivar:

 

– Føroyar. Radarstøðin. Heilt fantastiskt. Einasti trupulleikin er, at tað ikki longur er ein hernaðarradari. Har er eitt hol fyri fíggindasinnaðum flogførum.

 

Í juni í fjør skrivaðu Føryoar og Danmark undir eina avtalu um ein lofteftirlitsradara, sum skal halda eyga við fremmandum flogførum uppi yvir føroyskum loftrúmi. Tí sum nú er, manglar eftirlit uppi yvir Føroyum, og tað er hetta holið, danski fólkatingslimurin sipar til.

 

Tá Christian Friis Bach og hinir fólkatingslimirnir vóru á Sornfelli, hoyrdu tey millum annað frá Landsverki og Arktisk Kommando, sum greiddu frá um radaran og trygdarpolitisku støðuna.

 

– Vit hava longu tveir mobilar radarar í Forsvaret, og tað ber væl til at installera slíkar fyribils radarar á Sornfelli, fingu vit at vita. Praktiskt og tekniskt er tað rættiliga einfalt, sambært teimum serfrøðingum, vit hoyrdu frá, sigur hann í viðmerking við in.fo. 

 

Hann heldur tað geva góða meining at seta hesar fyribils loysnir upp, um tað ber til, tí endaligi radarin verður ikki klárur enn á sinni. 

 

– Hetta er sjálvandi nakað, sum Føroyar og Danmark mugu samráðast um, og tað skal sjálvsagt vera undirtøka fyri tí í Føroyum. Tað er týdningarmikið, leggur hann aftrat.

 

Christian Friis Bach hevur eisini nýtt høvið at viðmerkja tey mongu russisku skipini, sum liggja í Havnini.

 

– Tað er ikki í lagi. Eg hopi, at Landsstýrið meldar klárt út, skrivar hann, og í útdýpandi viðmerking við in.fo sigur hann:

 

– Eg havi fulla virðing fyri, at man í Føroyum hevur sett eina process í gongd, og at man brúkar ta tíð, sum er neyðug fyri, at man kann taka eina avgerð. Men eg hopi, at fulli ES-sanktiónspakkin verður implementeraður í øllum ríkisfelagsskapinum. Vit mugu gera alt, vit kunnu, fyri at stuðla Ukraina, og hetta er eitt av teimum. Í einari tíð við njósning og Ukraine-revsitiltøkum ørkymlar tað meg at síggja sjey russisk skip í Havnini, sigur Christian Friis Bach.