Annað árið á rað eru Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vinnarar av EHF European League.
Í finaluni í Barclay´s Arena høllini í Hamburg vann Flensburg greitt 32-25 á franska liðnum, Montpellier. Í steðginum var Flensburg frammanfyri 19-13. Jóhan skoraði eitt mál í finaluni. Lukas Jørgensen við 10 málum og Emil Jakobsen við níggju málum stórspældu fyri Flensburg í dag.
Í bronsudystinum vann Kiel sannførandi 37-31 á Melsungen. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 18-18. Í seinna hálvleiki var Kiel væl og virðiliga omaná.
Elias legði upp til heili níggju mál, umframt at leggja upp til mál hjá øðrum. Toppskjútti hjá Kiel við heili 12 málum var Emil W. Madsen.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá finaluni: Montpellier-Flensburg 25-32:
##med2##
HER ber til at síggja ein samandrátt frá bronsudystinum: Kiel-Melsungen 37-31. Í samandráttinum síggjast fimm góð mál hjá Eliasi:
##med3##