Nú er tó støðan broytt ikki so lítið ? ja, rættari sagt er hon broytt so álvarsliga, at tað vildi verið ábyrgdarleyst av tjóðveldisflokkinum ikki at verið har, ið føroysk viðurskifti nærum dagliga verða viðgjørd ? ella rættari sagt ? nýtt sum fótatraðk.
Síðani búskaparkreppan tók seg upp millum Føroyar og Danmarkar, eru danskir embætismenn og ráðharrar fluttir undan avleiðingunum av hesum stríði og nú til seinast fer so ein heil stjórn sama veg.
Týðuligt er, at ábyrgdin nívir, og at hon eisini í Danmark setur síni týðiligu spor.
Støðan Føroya Danmarkar millum er so viðkvom, at tað føroyska politiska valdið heilt einfalt ikki fær latið eyguni aftur fyri týdninginum av føroysku fólkatingsessunum.
Tað er eitt danskt parlament ? jú, rætt er tað, men tað er so sanniliga eisini eitt parlament, sum tekur týdningarmiklar avgerðir okkara føroyinga vegna. Og tá ber tað ikki til at lata danir og politiskar mótstøðumenn hjá tjóðveldisflokkinum taka avgerðirnar og láta sum einki.
Rættiliga langt er millum Tjóðveldisflokkin og sambandsflokkarnar ? ja, tað er sum dagur og nátt.
Hvussu ótrúliga sálarliga avsporað sambandslyndið er, hoyrdu vit í einari røðu hjá øðrum tí føroyska sambandsmanninum í fólkatinginum í fólkatinginum í fjør, tá ið hann segði: »Det er med voksende bekymring man konstaterer, at det går fremad i færøsk økonomi«.
Í mínum oyrum bóru orðini brá av at vera landasvik, men samstundis vóru tey borðbærur sambandspolitikkur ? skil tað, hvør ið vil.
Lagt varð afturat, at um tað gekk ov væl í Føroyum, so fekk sjálvstýrisrørslan vind í seglini. Hvør skal siga ? at Føroyum ræður um at halda lágt bluss, tí at annars fara føroyingar at fóta sær.
Vit tjóðveldismenn eru sannførdir um, at hesum landi og tí fólki her býr er lív lagað eftir egnum fortreytum. Ræðumyndir um fólkaflyting og armóð um Føroyar skuldu vunnið sær frælsi, skulu ikki takast fyri meiri, enn tað tær eru. Tað finnast nevniliga eingi búskaparlig prógv fyri, at fá fólk ikki skulu kunna klára seg sjálv í egnum landi.
Okkara stavnhald er, at tað ber til at liva í Føroyum. Sambandið sigur tað øvugta, og teirri kós, ið hevur sum fortreyt, at tað ikki skal bera til at liva í Føroyum, er lítið at vænta sær av.
Lond smærri enn Føroyar ? bæði við fleiri og færri fólkum, fáa tað at bera til, og tað væl eisini. Hetta við stødd og fólkatali hevur nevniliga ikki avgerandi týdning fyri búskapin í einum landi. At sambandsmenn siga tað, er einans tí, at teir vita ikki so nógv annað at føra fram móti hugsjónini um einar frælsar Føroyar enn hetta ? og so eisini tað, at vit føroyingar eru so nógv verri kálvføddir enn nøkur onnur tjóð í hesum heimi.
Eftir teirra tykki er tað ivaleyst okkurt í genskipanini hjá føroyingum, sum ger teir verri skikkaðar enn onnur at lívbjarga sær í alheimssamfelagnum.
Sambandsmenn finna vit í øllum hinum flokkunum. Tá veljarakanningar eru, manna teir seg av og á upp til at spæla sjálvstýrismenn. Seinasta sjónleikin av tí slagnum sóu vit í teirri ætlaðu yvirtøkuni av fólkakirkjuni, har tað so at siga ikki larraði í teimum, tá tað kom til skarpskeringar.
Avleiðingin av heimstýrisskipanini í dag er øllum kunnugt. Føroyska samfelagið er komið at skylda 5,6 mia. kr. og árligar rentur og avdráttir av hesi skuld verða áleið javnstór við blokkstuðulin. Hesin kemur sostatt bara heim at venda, og verður síðani sendur avstaðaftur.
Eingin búskaparlig grundgeving talar sostatt fyri at varðveita sambandið upp á stutt sikt, og upp á longri sikt stendur okkum føroyingum í boði at sleppa at liva og virka eftir egnum fortreytum leys av útlendskum bondum og í samljóði við egnan mátt og megi.
Tíðin er farin frá blokkstuðulstjóðini, sum fór á húsagang, og nú er bert at líta framyvir, og sjálvandi er tað betur at hava ein varhuga av at vera á rættari leið, enn við vissu at vita, at kósin er skeiv.
»Oh, gev mær megi hetjumátt ? kvóð Janus á sinni ?
at verja tína hallargátt ?
um vit er svørð og tol
skjøldur,
tá dvína skulu danafjøldir«.
Ikki so lítið bendir á, at okkum føroyingum tørvar bæði megi, hetjumátt, svørð og skjøldur, skulu vit verja okkara hallargátt móti teimum kreftum, sum nú hava tikið seg upp, og tykjast ætla at beina fyri okkum.
Lat okkum tí taka lógvatak saman og vísa øllum, at tjóðveldisflokkurin eigur fólk at seta í fremstu røð at tala fólksins søk í teimum baldrutu tíðum, sum eru fyri framman.
Hergeir Nielsen