Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo spældu í dag dyst í bestu norsku hondbóltsdeildini á útivølli móti Gjerpen.
Talan var um fyrsta dystin í 2024.
Gjerpen vann greiðan 28-21 sigur. Í fyrra hálvleiki var Follo væl við, og í steðginum var Gjerpen á odda við bert einum máli, 13-12.
Annika og kappingarneytin í málinum hjá Follo, June Cecilie Krogh høvdu báðar eitt bjargingarprosent upp á 32 prosent.
Follo er triðaftast í deildini við seks stigum fyri 13 dystir.
Mikudagin 17. januar spælir Follo á útivølli móti Sola.