Fongslaðir fyri grovan harðskap ímóti føroyingi í Danmark

Tríggir dreingir, ein 15 ára gamal og tveir 16 ára gamlir, eru nú fongslaðir í fýra vikur fyri óvanliga grova harðskapsmálið í Vollsmose býarpartinum í Odense fyrradagin

Teir tríggir framdu sera grovan harðskap móti 59 ára gamla føroyinginum, Jóhannes Hansen, sum var farin ein túr við einum hundi.

Ungu menninir hava verið í grundlógaravhoyring í tríggjar tímar seinnapartin.

Av tí, at dreingirnir eru so ungir, eru teir settir inn á ein serligan stovn, sambært TV2.

Dreingirnir vórðu handtiknir seinnapartin í gjár. Allir tríggir nokta seg sekan, men hesar næstu vikurnar skal løgreglan so brúka til at kanna málið.

Sambært TV2 eru ikki meira enn tvær vikur síðani at tann eini drongurin varð latin leysur úr einum afturlætnum ungdómasstovni. Hinir báðir hava ikki verið í hóslag við løgregluna áður.

Jóhannes Hansen varð funnin í óviti á eini gøtu í Vollsmose, eftir at teir tríggir dreingirnir lupu á hann og tóku tað, hann hevði uppi á sær. Úrtøkan var tó ikki meira enn ein fartelefon, pengamappa við smápengum, ein vatndunkur og eitt tjóður til hundin.

59 ára gamli føroyingurin fekk skaða í høvdið, og er framvegis í lívsvanda, sambært donskum fjølmiðlum.