Ein 22 ára gamal maður er í vikuni varðhaldsfongslaður í 28 dagar fyri tvífalt dráp í Grønlandi. Hendingin fór fram í Manitsoq náttina til mikudagin hin 18. desember í ár.
Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi, at tað var eftir grundlógaravhoyr, at dómarin gjørdi av at varðhaldsfongsla unga mannin.
Hann er skuldsettur fyri at hava dripið ein mann miðskeiðis í sekstiárunum og eina kvinnu í byrjanini av fimmtiárunum. Løgreglan fann tey bæði lívleys í einari íbúð í Manitsoq.
- Kanningar verða nú gjørdar av hendingini, og í løtuni hava vit ikki aðrar viðmerkingar til málið, sigur Grønlands Politi í tíðindaskrivinum.
Løgreglan í Manitsoq hevur fingið hjálp frá løgreglufólki í Nuuk, og eisini eru kriminalteknikarar hjá Ríkisløgregluni í Manitsoq og gera tekniskar kanningar.