Leygardagin varð ein maður varðhaldsfongslaður fyri harðskap ímóti makanum. Løgreglan sigur, at tað var fríggjakvøldið, at boð vóru eftir teimum at fara heim til fólk, har maðurin í húsinum gjørdi seg inn á makan.
Løgreglan sigur, at eftir teirra tykki varð talan um so ógvusligan harðskap, at maðurin varð handtikin. Kvinnan, sum hevðiverið fyri harðskapi, varð send á Landssjúkrahúsið til viðger og maðurin varð settur í varðhaldi um náttina.
Leygardagin varð hann førdur fyri Føroya Rætt, tí løgreglan vildi hava hann varðhaldsfongslaðan ímeðan tey kannaðu málið. Og tað var dómarin í Føroya Rætti samdur í og sostatt varð maðurin fongslaður í 17 dagar.
Hesar 17 dagarnar skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir, áðrenn málið verður lagt fyri rættin til endaliga viðger og maðurin fær tann endaliga dómin.