Í gjár varð ein maður varhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri harðskap ímóti kvinnuni, hann helt saman við.
Tað var um midnáttarleitið síðstu nátt at løgreglan var boðsend til ein búðstað í Havn, har húsaófriður var.
Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum var farin rættiliga illa við kvinnuni, hann helt saman.
Løgreglan sigur, at kvinnan varð bæði sligin og sparkað og roytt.
Viðferðin, kvinnan fekk frá manninum, var so harðlig, at hon hevur brotið eina tonn og annars hevur hon fingið skaðar í andlitið.
Men kanningar staðfestu, at umframt tonnina, var einki brotið kortini, so sum heild var ikki talan um álvarsligan skaða.
Men tað var kortini nóg mikið til, at løgreglan handtók mannin og setti hann í varðhaldið í nátt.
Tað hevði eisini sína ávirkan í hesum føri, at talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, eitt nú í sambandi við onnur harðskapsmál.
- Tað gjørdi sítt til, at maðurin varð handtikin, sigur løgreglan.
Tað var eisini orsøkin til, at løgreglan ikki vildi sleppa manninum leysum aftur.
Tískil varð hann førdur fyri Føroya Rætt í gjár, har dómarin dømdi hann at sita í tríggjar vikur, ímeðan løgreglan kannar málið.
Løgreglan sigur, at maðurin er skuldsettur fyri bæði harðskap, hóttanir og frælsistøku.
|