Tað kostaði einum manni fleiri mánaðir handan rimarnar, at hann tíðliga ein sunnumorginin síðsta summar legði á ein annan mann í viðarlundini í Havn.
Maðurin hevði sligið ein annan mann fleiri ferðir í andlitið og í høvdið og hótt hann við, at hann skuldi stinga knívin í búkin á honum og at hann skuldi ikki ivast í at eg kann drepa teg - ella nakað soleiðism hevði hann hótt.
Hann hevði eisini skorið hann í andlitið við felliknívi so at hann fekk eitt 1,5 cm djúpt 10 cm langan skurð í andlitið og hálsin.
Maðurin varð handtikin og settur í varðhald, har hann hevur sitið til nú, hann var fyri í rættinum.
Ákærdi játtaði seg partvís sekan.
Ákærdi hevur verið sálarkannaður, men niðurstøðan av tí var, at hann var ikki sálarliga sjúkur, men hann var ávirkaður av rúsdrekka, tá ið hann framdi illgerðina.
Men hann drekkur rættiliga illa og hevur ávur havt eina óveruliga kenslu av veruleikanum, eins og hann vísir tekin um paranoia.
Maðurin varð tískil dømdur at sita í sjey mánaðir. Hann hevur longu sitið í fimm mánaðir og restin av revsingini verður treytað, so hann sleppur úr fongslinum nú.
Men treytin er, at hann ikki ger seg sekan í líknandi lógarbroti hesi bæði næstu árini, samstundis sum hann skal vera undir eftirlitið av kriminalforsorgini og fer í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýhtslu undir eftirliti av lækna.