Nú skal revsingin fyri at gera seg inn á grindadráp, herðast. Samstundis skal tað verða lættari at taka fólk, sum gera seg inn á grindadráp. Hetta er eisini galdandi, tá ið springarar, ella annar smáhvalur, verður dripin.
Tað er eitt endamál við eini nýggjari lóg, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í grindaveiðimálum, hevur lagt fyri løgtingið í morgun.
Ætlanin er at samtykkja uppskotið, áðrenn løgtingið fer í summarfrí, soleiðis, at lógin kemur í gildi beinanvegin fyri at hava greið viðurskifti, skuldu sokallað umhvørvisfólki komiå higar aftur í summar við tí endamálið at forða fyri grindadrápi.
Eftir nýggju lógini, fáa fólk bót fyri at at órógva grindadráp. Men er tað gjørt við vilja, ella av grovum ósketni, kann revsingin hækka upp í tvey ára fongsul. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, hvalur, umhvørvið, ella lutir, hava fingið skaða, ella um vandi er fyri skaða.
Og revsingin kann somuleiðis hækka upp í tvey ára fongsul í teimum førum, har viðkomandi áður er revsaður fyri at bróta grindalógina, ella har viðkomandi er skuldsettur fyri fleiri brot á lógina.
Tað er eisini nóg mikið til at fáa tvey ára fongsulsrevsing, at viðkomandi hevur eggjað fólkið til at bróta lógina, ella hevur skipað fyri tiltakið, har ein fjøld av fólki brýtur lógina.
Annars stendur í lógini, at fyri at avlíva hval, skal skal ein vera 16 ár, og hava verið á skeiði í at avlíva hval.
Og tá ið grind er, kann eitt øki á ein fjórðing í allar ættir byrgjast av, so at eingi óviðkomandi koma framat.
Eftir lógini fer løgreglan eisini heimild til at ransaka fólk likamliga, har illgruni av góðum grundum er um, at viðkomandi ætlar sær at órógva grindadráp og løgreglan fær eisini heimild til at kanna bæði flutningstól, klæði og lutir hjá teimum
Og løgreglan fær eisini heimild til at taka lutir frá teimum, sum eru undir illgruna, eisini øll sløg av flutningstólum, og at leggja hald á tey.
Somuleiðis fær løgreglan heimild til at taka fólk, sum eru undir illgruna fyri at órógva grindadráp, og at hava tey í varðhaldi upp nakrar tímar, tó í mesta mun ikki longri enn 12 tímar, uttan at handtaka tey.
Men síðani kunnu tey formliga handtakast við tí endamáli at revsa tey og fáa tey fyri rættin.