Føroyingar mugu taka egnar avgerðir um fongsul og fongsulsviðurskifti í Føroyum.
Tað heldur Barbara Apol, sum umframt at hava verið varalimur fyri Sjúrð Skaale á fólkatingi, eisini starvast á skrivstovuni har.
Barbara Apol tók lut í politiskum orðaskifti til ráðstevnuna Fangarnir, fongslið og Føroyar, ið Amnesty International herfyri skipaði fyri um fongsulsviðurskifti í Føroyum.
Barbara Apol gjørdi greitt, at hon metti ikki, at danskir myndugleikar kunnu hava føling fyri, hvat gongur fyri seg í Føroyum á økinum, og hvørjar umstøðurnar eru. Tí er neyðugt at, at føroyingar sjálvir taka avgerðir um føroysk fongulsviðurskifti.
Hesum tók Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin og formaður í rættarnevndini, undir við og vísti á, at umstøðurnar eru so ymiskar í Føroyum og í Danmark, at føroyingar hava als ikki tørv á somu loysnum, sum danir hava, tá tað kemur til fongsulsviðurskifti.
Les meira um ráðstevnuna Fangarnir, fongslið og Føroyar í Vikuskiftissosialinum.