Forða fyri at føroyska flaggið kemur í ringt orð

Farmaskip, sum ikki lúka ávís krøv í seinasta lagi 1. juli, missa siglingsloyvið, sigur Skipaeftirlitið

Vernd ímóti yvirgangi
 

Nú skulu ávísar reglar setast í verk, fyri at verja skip ímóti yvirgangi.
Talan er um altjóða reglugerðina, sum nevnist ?International Ship and Port Facility Code?, eisini stytt
ISPS - ásetingin.
Skipaeftirlitið sigur, at øll føroysk farmaskip yvir 500 BT, skulu lúka krøvini í ásetingini í seinasta lagi hin 30. juni.
- Í altjóða høpi hevur verið tosað í fleiri ár um at gera eina reglugerð um tilbúgving og vernd móti
yvirgangi. Atsóknin í USA hin 11. september 2001 setti ferð á fyrireikingarnar og altjóða kravið
er, at øll skip og allar havnir, ið eru umfataði av ásetingini, skulu hava váttan frá avvarðandi
myndugleikum, at tey lúka krøvini.
Skipaeftirlitið sigur, at skip sum ikki lúka krøvini hin 1. juli í ár, missa sigliloyvið.
- Hetta verður gjørt fyri at tryggja at føroyska flaggið ikki kemur í ringt orð. Verður tað lopið út í orð, at onkur føroysk skip ikki lúka krøvini, kann tað verða ein forðing hjá teimum, ið lúka tey.
Skipaeftirlitið sigur, at koma føroysk skip fyrst undir slíka ringa umtalu, ber tað í sær, at útlendskir myndugleikar koma at halda serligt eyga við føroyskum skipum.
- Slíkt hert eftirlit kann seinka skipunum munandi.