Fór at smíða bátar tá felagið Tindur manglaði bát

Bátasmiðir, sum duga handverkið at smíða føroyskar bátar, og kappróðrarbátar fækkast í tali, og fáir leggjast afturat. Ein av nýggjari bátasmiðunum er John Høgnesen. Hann byrjaði at smíða bátar í 2018, og síðani hevur hann bygt 12 bátar

John Høgnesen hevur fyritøkuna ÍVF Høgnesen Bátasmíð. Í smiðju síni í Norðagøtu hevur hann smíðað føroyskar træbátar síðani 2018. Hann er formaður í Kappróðrarfelagnum Tindi í Gøtu, og tað var tá kappróðrarfelagið manglaði bát, at hann fór í holt við at smíða træbátar, tí long tíð var at bíða eftir nýggjum báti, og formaðurin gjørdi tí av at smíða bátin sjálvur.

 

John Høgnesen hevur altíð verið áhugaður í træbátum. Abbin var bátasmiður, og John Høgnesen var ofta hjá honum, tá hann smíðaði, tað eru nógv ár síðani nú.

 

Í 2018 fór John Høgnesen til Sámal Hansen bátasmið. Hann eygleiddi, hvussu Sámal Hansen smíðaði bátar, og síðani fór hann sjálvur í holt við at smíða kappróðrarbátar. Fyrst gjørdi hann ein lítlan modelbát, sum stendur í smiðjuni. Síðani eru fleiri kappróðrarbátar gjørdir til felagið Tind, og onnur kappróðrarfeløg.

 

##med2##

 

– Bátarnir hjá Tindi liggja frammi í oddinum, so teir munnu vera í lagi.

 

Størsta avbjóðingin tá kappróðrarbátur verður smíðaður er at halda seg til røttu mátini, tí tað er týdningarmikið, at mátini eru nágreinilig, ikki ein tummi skal vera við síðurnar av.

 

Í gomlu útróðrarbátunum er øðrvísi, har hevur bátasmiðurin gomlu mátini at halda seg til, og tá bilar ikki, um ein tummi er við síðurnar av.

 

– Tað krevst at tú hevur gott eyga fyri hesum. Tú mást vera ógvuliga tolin og duga at fylgja við, hvussu timbrið arbeiðir.

 

Hesi sjey árini hevur John Høgnesen bygt 12 bátar. Tað fellir lættari at smíða bátarnar so hvørt fleiri leggjast afturat. Vanliga tekur tað 6-8 vikur at smíða ein bát, um smíðað verður í vanligari arbeiðstíð.

 

##med3##

 

 

 

Dapurskygdur um framtíðina

 

John Høgnesen byrjaði at smíða bátar fyri sjey árum síðani, og tí er hann nýggjur í yrkinum í mun til aðrar bátasmiðir.

 

– Onkur heldur hetta vera djarvt at fara í holt við, og at tað er gott at onkur roynir at halda tí uppi.

 

Í løtuni ber ikki til at liva av at byggja bátar, og tí fyllir báta bygging ikki so nógv í virkseminum hjá John Høgnesen.

 

– Kanska eg fái livað av hesum, tá eg verði pensjoneraður. At vera bátasmiður er ikki mítt yrki í løtuni, men hetta er eitt gott ítriv.

 

Bátasmiðirnir eru fáir í tali, men tá John Høgnesen byrjaði at smíða bátar, var orsøkin ikki at handverki er í vanda at doyggja út. Heldur var tað av áhuga.

 

– Eg hugsaði ikki um, at hetta var eitt handverk, sum er við at doyggja út. Tað er spell um so verður, tí bátarnir eru flott handverk, og tað er gott at vera í einum træbáti, men helst doyr tað út skjótt.

 

Tað er avmarkað, hvussu nógvir bátar vera bílagdir, og tí er ikki altíð so nógv at gera.

 

– Nógv hava vent sær til mín fyri at fáa bátar umvældar, men eg vil heldur byggja bátar. Tað er ikki so farligt, um eg ikki sleppi at gera so nógvar, bara eg sleppi at gera onkran.

 

##med4##

 

Umframt koppróðrarbátar, hevur John Høgnesen eisini bygt útróðrarbátar, og hann kundi hugsað sær at bygt fleiri størri útróðrarbátar.

 

John Høgnesen er dapurskygdur um framtíðina hjá føroyskum bátasmíði. Hann heldur, at um eingin bátasmiður verður at læra frá sær skjótt, so gongur ikki long tíð, til at handverkið doyr út.  

 

John Høgnesen heldur, at skal føroyskum bátasmíði verða lív lagað er neyðugt, at tað ikki bara eru kappróðrarbátar sum verða bygdir. Tað krevst, at okkurt verður gjørt, soleiðis at fleiri útróðrarbátar verða seldir.

 

– Eingin keypir træbát sum er ov dýrur, so helst má stuðul til. Tað er altíð ringt at geva stuðul, men skal handverkinum verða lív lagað, má okkurt til. Tað eru fleiri ting, sum kunnu gerast soleiðis, at báturin fær nýtt lív.

 

##med5##

 

Kappróður fyllir nógv hjá John Høgnesen. Og síðani hann smíðaði fyrsta bátin til Kappróðrarfelagið Tind, hevur hann smíðað bátar til fleiri kappróðrarfeløg.

 

– Kappróður betýðir nógv fyri meg, og tað fer við nógvari tíð. Eisini hesa ársins tíð, tá eingin kappróður er, tí nú verður fari í gongd við inniróður.

 

Kappróðrarfelagið Tindur er farið í holt við at byggja neyst, og hetta skal John Høgnesen eisini smíða.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##