Fór bara eitt pinkalítið ørindi - bilurin stolin

Løgreglan leitar eftir einum bili, sum var stolin í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið varð ein bilur stolin uttan fyri ítróttarhøllina á Hálsi. Tað var klokkan 19.30 at bilurin varð stolin. Og tað kann ganga skjótt fyri seg, tá ið illa vil til, tí hesum hesum føri skuldi eigarin bara inn í høllina eitt pikkalítið ørindi. Eigarin lat bilin standa í tómgongd ímeðan, men tá ið hann kom út aftur, var bilurin longu horvin.

 

Løgreglan sigur, at tey hava roynt at hugt allastaðni har tey hava verið, men enn er bilurin ikki komin aftur íaftur. Løgreglan sigur, at er tað nakar, sum hevur sæð bilin, eru tey vælkomin at siga løgregluni frá.

 

##med2##

 

Talan er um ein bláan Opel Astra frá 2014 og við nummarplátuni GJ 564. Bilurin minnir um tann á myndini.

 

Men hinvegin er tað ikki loyvt at fara frá bilinum, uttan at hava tryggjað hann ímóti stuldri, so eigarin fær eisini bót fyri at vera farin úr bilinum við lyklunum í, og í tómgongd. Bótin er 1000 krónur.

 

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt. Ein maður fær bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar. 

 

 

 

Bilurin, sum er stolin, minnir um hendan