Fór útav vegnum

Stórkavi hevur verið í Havn og aðrastaðni síðstu dagarnar, men hóast Føroyar eru lítið land, so er munur á.

 

Í Suðuroynni legst vanliga væl minni av kava, enn "norðanfyri", sum suðuroyingar taka til.

 

Soleiðis hevur eisini verið hesaferð.

 

Hóast fjallatinar eru hvítir, og eitt sindur av kava er niðurkomin í Suðuroynni, so er tað onki til samanberingar við tað, ið fólk hava upplivað aðrastaðni í landinum.

 

Tó er eitt sindur av kava í Suðuroynni, og síðsta døgnið hevur verið nóg mikið til, at vegirnir hava verið glerstoyttir. Og hetta hevur ført til okkurt ferðsluóhapp.

 

Í dag sást hesin vørubilurin (sí myndina) standa í bønum omanfyri Porkeri. Hann var farin omanav uppdyrkingarvegnum, ið førir frá høvuðsvegnum omanfyri Porkeri og oman í bygdina.

 

Bilurin varð tikin uppaftur seinnapartin í dag.