Magnus Gunnarsson
Tað er ikki uttan grund at Ford Focus er heilmsins mest seldi bilur. Hann er væl koyrandi og rúmligur, og fæst í útgávum við 3 og 5 hurðum, sum sedan og sum stationvognur. Hvat útgerð viðvíkur eru hesir møguleikarnir: Ambiente, Trend, ST 170 og Ghia.
TDCi dieselmotor
Focus fæst við 5 ymiskum bensinmotorum frá 75 til 170 hk. Tveir dieselmotorar eru á skránni við ávikavist 90 og 115 hk. Tann størri er ein TDCi við nýggjastu tøknini. Tað, at brennievnið verður sprænt inn í motorin í smærri nøgdum undir høgum trýsti, gevur javnari oljunýtslu, og motorurin larmar minni. Hesir TDCi motorar larma so lítið, at tey ferðandi í bilinum lættliga kunnu tosa saman, hóast motorurin hevur nógv at gera.
Best í TÜV kanning
Í ár bleiv Ford Focus nummar eitt í týsku TÜV kanningunum. Hetta var fyrstu ferð í 14 ár at ein týskur bilur hevur lagt seg á odda í hesi kanning. TÜV kanningarnar eru frágreiðingar um hvussu bilarnir klára seg eftir nøkrum árum. Focus eru eisini sera væl umtóktir á amerikanska marknaðinum.